- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Fødd: 01.06.1999
Hædd: 1,79
Felag: EH Aalborg (DEN)
Landsdystir og mál: 27
Málverjin er uppvaksin í H71, áðrenn hon fór til Haukar í Íslandi í 2021. Eitt ár seinni gekk leiðin til Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, har hon hevði ilt við at koma á liðið. Hon skifti til Follo í Norra í 2023, áðrenn EH Aalborg vildi hava hana aftur til Danmark. Har spælir hon saman við Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen.
Bakkur
Fødd: 21.06.2003
Hædd: 1,73
Felag: H71
Landsdystir og mál: 18 (21)
Enn ein spælari úr talentfabrikkini í Hoyvík. 21 ára gamli bakkurin er stinn í verjuspælinum, har hon fær mestu minuttirnar á landsliðnum. Tó so, hon hevur eisini gjørt vart við seg í føroyska álopinum viðhvørt.
Høgri vongur
Fødd: 05.03.2003
Hædd: 1,73
Felag: H71
Landsdystir og mál: 7 (6)
Vongurin er uppvaksin í H71, har hon hevur spælt fyri tað allarmesta. Fór eitt stutt legg til Ajax København, men var skjót aftur í barndómsfelagnum.
Bakkur
Fødd: 29.03.2001
Hædd: 1,77
Felag: HØJ (DEN)
Landsdystir og mál: 14 (17)
Marita Mortensen er einasti bakkurin í føroyska hópinum, sum hevur skotið útfrá sum sítt fremsta álopsvápn. Var sera eyðsýnd við H71 í føroysku kappingini fyri nøkrum árum síðan, men skifti til Vendsyssel í Danmark. Kom seinni aftur til barndómsfelagið, men er nú aftur í Danmark, har hon umboðar oddaliðið, Høj, sum hevur fult stigatal.
Strika
Fødd: 28.04.1993
Hædd: 1,69
Felag: Kyndil
Landsdystir og mál: 37 (37)
31 ára gamli strikuspælarin úr Kyndli er aldursforseti á føroyska liðnum, og telist eisini millum tær við flest landsdystum. Hevur spælt stóran part av sínum hondbóltslívi á strikuni hjá Kyndli, men hevur eisini roynt seg í Aalborg HK og Vendsyssel í Danmark.
Vinstri vongur
Fødd: 22.01.2003
Hædd: 1,67
Felag: VÍF
Landsdystir og mál: 14 (24)
Spælarin úr Olsen-hondbóltsfamiljuni í Vestmanna hevur spælt í VÍF fyri tað mesta. Er vongur, men hevur eisini roynt seg í bakketuni. Fylgdi pápa sínum, Inga Olsen, til H71 í 2021/22, tá VÍF ikki hevði lið við kvinnum í bestu deildini. Eftir meistaraár og spennandi evropeiskt ævintýr, fór hon aftur til VÍF.
Bakkur
Fødd: 29.03.2000
Hædd: 1,67
Felag: Skanderborg Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 31 (74)
Súni Krossteig Hansen er uppvaksin í Kyndli, men síðstu árini hevur hon roynt seg í Danmark. Fyrst í Aalborg, og síðan í Ajax København. Tá høvuðsstaðarfelagið flutti niður, skifti bakspælarin til Skanderborg Håndbold. Hevur eyðsýndar dygdir í gjøgnumbrotsspælinum, men hevur drigist við fótliðsskaða undan endaspælinum, sum kann avmarka hennara spælitíð.
Bakkur og vinstri vongur
Fødd: 27.12.1994
Hædd: 1,63
Felag: Kyndil
Landsdystir og mál: 40 (123)
Ein av størstu profilunum í føroyskum hondbólti síðstu nógvu árini. Gjørdi eitt legg í Haukar í Íslandi í 2018, men hevur annars bert spælt í kyndlagrønum, har hon eigur stóran lut í nógvum meistara- og steypagullum. Er upprunaliga vongur, men hevur spælt bakkur í nøkur ár, og verður kanska at síggja á føroyska bakplássinum í løtum undir EM.
Strika
Fødd: 29.02.1996
Hædd: 1,71
Felag: Neistin
Landsdystir og mál: 19 (8)
Brynja Høj hevur umboðað Neistan alt sítt hondbóltslív, og er sæst sum oftast í hørðum nærdystum í miðverjuni, har hon telist millum lyklaspælararnar hjá Føroyum. Telist millum leiðaratýpurnar í føroyska hópinum.
Strika
Fødd: 29.06.1997
Hædd: 1,85
Felag: København Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 42 (59)
Stóri strikuspælarin hevur búð og spælt hondbólt í Danmark alt sítt lív, men føroysku røturnar gjørdu, at hon fekk sín fyrsta dyst fyri Føroyar í 2016, og síðan hevur hon verið føst fús í hvítum 42 ferðir. Hevur umboða Vendsyssel, Randers og nú København Håndbold í bestu donsku deildini. Er liðskipari.
Bakkur
Fødd: 02.11.2004
Hædd: 1,69
Felag: Randers HK (DEN)
Landsdystir og mál: 8 (6)
Einasti lámi bakkurin í føroyska hópinum, og gevur tí øðrvísi møguleikar á høgra bakki. Er uppvaksin í Neistanum, men skifti Randers HK í donskum hondbólti fyri kortum. Telist millum tær minni royndu á landsliðnum.
Høgri vongur
Fødd: 27.12.2001
Hædd: 1,73
Felag: EH Aalborg (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (45)
Vestmenningurin hevur fingið hondbóltin inn við móðurmjólkini í VÍF, men fór niður til Herning-Ikast sum blaðung. Spældi seinni tvey ár í Ajax København, eitt í TMS Ringsted og nú spælir vongurin saman við m.a. Anniku Fríðheim Petersen í EH Aalborg.
Bakkur
Fødd: 11.04.2002
Hædd: 1,77
Felag: Ajax København (DEN)
Landsdystir og mál: 10 (7)
Bakkurin úr Hoyvík spælir mest í verjuni, har hon saman við tvíburðasystur síni, Vár, stóð sum ein múrur í H71 í nøkur ár. Fór niður at spæla, men varð óheppin og sleit krossbandið. Er komin í gongd aftur í Ajax København, og kom inn aftur í hópin í síðstu løtu.
Vinstri vongur
Fødd: 30.10.2005
Hædd: 1,66
Felag: H71
Landsdystir og mál: 6 (19)
19 ára gamli vinstri vongurin telist millum yngstu spælararnar í lutfalsliga unga føroyska hópinum. Hevur higartil bert umboðað H71, har hon ígjøgnum ungdómsárini eisini hevur spælt sum spælskipari.
Bakkur
Fødd: 28.06.2004
Hædd: 1,79
Felag: H71
Landsdystir og mál: 5 (0)
Telist millum feskastu landsliðsspælararnar í EM-hópinum. Spælir bakkur, og í landsliðshøpi er hon helst best kend fyri síni tryggu brotskøst.
Bakkur
Fødd: 19.08.2004
Hædd: 1,76
Felag: HH Elite (DEN)
Landsdystir og mál: 13 (36)
Eisini ein av nýggju týpunum á føroyska landsliðnum. Gott eyga fyri spælinum, kann bróta ígjøgnum sjálv og skjýtur eisini útifrá viðhvørt. Hevur stýrt neistaálopinum í nøkur ár, áðrenn hon fór til HH Elite í Danmark.
Bakkur
Fødd: 24.11.2003
Hædd: 1,72
Felag: Viborg HK (DEN)
Landsdystir og mál: 20 (89)
Nummar 77 er stóra stjørnan og flaggberin fyri nýggja ættarliðið hjá føroysku hondbóltskvinnunum. Er kvik og gjøgnumbrotssterk og skal bera tyngstu byrðuna í føroyska álopinum. Er uppvaksin í H71, men skifti til Viborg HK í bestu donsku deildini, har hon er í gongd við sítt annað kappingarár.
Málverji
Fødd: 12.06.2002
Hædd: 1,76
Felag: Ringkøbing Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 20
Rakul Wardum spældi við Kyndli, áðrenn leiðin tíðliga gekk til Skanderborg í Danmark. Í 2022 fór málverjin víðari til Ajax København, sum flutti niður í næstbestu deildina. Rakul Wardum spælir í nú við Ringkøbing.
Fleiri greinar
Hondbóltur Í dag spæla Danmark og Holland avgerandi dyst um síðsta plássið í EM-hálvfinalunum, har Frakland, Ungarn og Norra longu bíða. Verjan verður avgerandi, sigur danski venjarin |
Hondbóltur Svøríki tryggjaði sær dyst um fimta plássið við teprum sigri á Montenegro, sum trýsti svensku kvinnurnar allan dystin |
Hondbóltur Fronsku hondbóltskvinnurnar hildu høvdið kalt í Debreceno og vunnu dystin á vertinum Ungarn um 1. plássið í bólkinum. Bæði liðini skulu spæla hálvfinalur |
Lívsstílur VIKUGESTURIN: Hondbólturin hevur fylt nærum alt í lívinum hjá orkufullu og ágrýtnu Turið Arge Samuelsen. Nú hon steðgar á landsliðnum, kennir hon, at hon endar á sínum tindi |
Hondbóltur Norsku hondbóltskvinnurnar høvdu ongar trupulleikar av Týsklandi. Við Henny Ellu Reistad á odda vunnu tær trygt og fara í hálvfinalurnar saman við Ungarn |
Hondbóltur Danmark vann á Slovenia og tryggjaði sær avgerandi dyst ímóti Hollandi, men tað hvørki uttan avbjóðingar ella kostna. Strikuspælarin Sarah Iversen varð nevniliga skadd |
Hondbóltur Frakland vísti sína styrki og tryggjaði sær pláss í hálvfinalunum við greiðum sigri á Svøríki, sum longu áðrenn seinasta dyst misti møguleikan fyri víðari luttøku |
Hondbóltur Málið, sum Pernille Brandenborg skoraði í síðstu løtu ímóti Danmark, tryggjaði Føroyum eitt lættari HM-lutakast. HSF-stjórin, Andrass Thomsen, var gestur í Degi og Viku |
Hondbóltur Norra vann aftur á Danmark, og er nú í sera góðari støðu í miðumfarinum. Danmark hinvegin er trýsti undan avgerandi dystunum ímóti Týsklandi, Slovenia og Hollandi |
Hondbóltur Pernille Brandenborg var í góðum hýri, tí hon hevði júst fingið at vita, at Føroyar endaðu á 3. plássi í bólkinum. Tað var ikki minst takka verið øllum hennara 10 málum |
Hondbóltur Brynja Høj var ósamd við avgerðini hjá dómarunum, sum sendu hana av vøllinum tíðliga í fyrra hálvleiki. - Mann vil gjarna inn at hjálpa liðnum, so tað var ordiliga keðiligt |
Hondbóltur Føroyar taptu greitt í síðsta EM-dystinum á hesum sinni. Danir hóttu við at gera tað ljótt, men føroyingarnir góvust ongantíð og fingu sítt besta úrslit ímóti Danmark higartil |
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um leikaraavrikini hjá Føroyum í tapinum fyri Danmark og gevur stjørnur frá einari til fimm |
Hondbóltur Stóri trupulleikin hjá Føroyum vóru mongu misnýttu kjansirnir, og reyða kortið hjá Brynju gjørdi tað ikki lættari, helt Claus Mogensen, sum var væl nøgdur við EM sum heild |
Hondbóltur Rakul Wardum hevði blandaðar kenslur eftir tapið fyri Danmark. Gleðin um upplivingina og samanhaldið var stór, men málverjin var ikki heilt nøgd við avrikið ímóti dønum |
Hondbóltur Dysturin ímóti Danmark var harður upp á allar mátar, helt Brynhild Pálsdóttir. - Men vit blíva við at kempa, fjeppararnir blíva við at kempa, segði vongurin eftir EM-tapið |
Hondbóltur Hondbóltskvinnurnar spæla sín triðja dyst til EM-endaspælið í Basel í Sveis. Mótstøðuliðið er Danmark. Her siga vit frá dystinum í orðum, myndum og á annan hátt |
Hondbóltur Føroyar fáa ein sera torføran dyst ímóti Danmark. Tað væntar fyrrverandi spælarin, Bo Spellerberg, sum nú er venjari hjá Pernille Brandenborg í København Hondbold |
Hondbóltur Røddirnar eru týðiliga merktar av rópi og skráli, men í dag verða tey aftur í "hvíta múrinum" í St. Jakobshalle, tá Føroyar bresta saman við Danmark í 3. bólkaumfarinum |
Hondbóltur G16-liðið hjá H71 frá 1986 hevur funnið saman aftur nú næstan 40 ár seinni fyri at stuðla føroyska kvinnulandsliðnum í Sveis |
Hondbóltur Føroysku kvinnurnar komu í satt ódnarveður, tá tær taptu 39-19 fyri Danmark á Hálsi í Havn í EM-undankappingini í 2021. Í returdystinum á útivølli gekk kortini munandi betur |
Hondbóltur Føroysku spælararnir bakkaðu ikki fyri nøkrum, tá tær takklaðu, runnu og skutu knallhart ímóti sterku og tungu kroatunum sunnudagin. Ragnar A. Jacobsen setti saman |
|
Hondbóltur - Kvinnurnar hava víst, at tær kunnu spæla akkurát líka undirhaldandi og góðan hondbólt, sum okkara menn kunnu, segði HSF-forkvinnan í 3-2 í gjár |
Hondbóltur Bjarta O. Johansen heldur, at Føroyar kundi vunnið á Kroatia, og staðfestir, at føroyingarnir eru klárir til næstu uppgávuna ímóti Danmark í morgin |
Hondbóltur Hýrurin í landsliðsleguni í Basel er í topp, og nú vilja spælararnir njóta dystin ímóti Danmark við góðum hondbólti og einum smíli. - Vit kunnu arga, heldur Súna K. Hansen |
Hondbóltur Danski venjarin, Jesper Jensen, gleðir seg til dystin ímóti Føroyum í morgin, og sigur, at danir fara til uppgávuna við fullum huga |
Hondbóltur Føroyar høvdu ikki meir enn fingið sítt fyrsta EM-stig, áðrenn Ísland við sigri á Ukraina kundi fegnast um sín fyrsta sigur í einum EM-endaspælið |
Hondbóltur Kroatar høvdu tað á sama hátt sum føroyingarnir síðstu minuttirnar av javnleikinum í gjár, tá hvørki av liðunum fekk bóltin í netið. - Vit hopaðu bara, at bólturin fór inn |
Hondbóltur Undirhondsskotið hjá Súnu Krossteig Hansen í søguliga javnleikinum ímóti Kroatia er kosið at vera eitt av fimm teimum bestu málunum á 4. EM-leikdegnum |
Hondbóltur Annika Fríðheim Petersen stóð ein frálíkan dyst ímóti Kroatia, men EHF hevur gott eyga á Rakul Wardum. Hon er aftur hesa ferð á topp-fimm listanum fyri bjargingar |
Hondbóltur Danmark vann sum væntað á Sveis og hevur spælt seg í miðumfarið. Dysturin í gjárkvøldið var málríkur og endaði 35-30 til danir |
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um leikaraavrikini hjá Føroyum javnleikinum ímóti Kroatia og gevur stjørnur frá einari til fimm |
Hondbóltur Við einum frálíkum avriki - serliga í verjuni og í málinum - eydnaðist tað føroysku hondbóltskvinnunum at tryggja sær ein søguligan 17-17 EM-javnleik ímóti Kroatia |
Hondbóltur Verjukempan, Brynja Høj, spældi enn ein branddyst í føroyski miðverjuni. - Beint nú kenni eg onga møði. Eg eri bara ræðuliga errin og rørd av, at vit hava fingið stig til EM |
Hondbóltur Annika Fríðheim Petersen mestsum stongdi føroyska málið í javnleikinum ímóti Kroatia og varð 'dagsins leikari'. - Vit vísa EM-stig í dag, segði hon |
Hondbóltur Turið Arge Samuelsen fekk ikki hildið tárunum aftur eftir søguliga EM-stigið ímóti Kroatia. - Eg hevði ikki ímynda mær, at vit fóru at vera her og fáa stig, segði vongurin |
Hondbóltur Pernille Brandenborg var ovurfegin eftir søguliga EM-javnleikin hjá Føroyum ímóti Kroatia. - Eg eri bara mega errin, mega glað, mega troytt, segði liðskiparin hjá Føroyum |
Hondbóltur Hondbóltskvinnurnar spæla sín annan dyst til EM-endaspælið í Basel í Sveis. Mótstøðuliðið er Kroatia. Her siga vit frá dystinum í orðum, myndum og á annan hátt |
Hondbóltur Líkt er til, at enn fleiri føroyskir áskoðarar fara at rópa og heppa á hondbóltskvinnurnar í øðrum EM-dystinum, sum verður móti Kroatia seinnapartin í dag |
Hondbóltur Annika Fríðheim Petersen greiðir frá, hvussu tað er at standa í málinum. Henni dámar einki serligt kontra ímóti, men avdúkar eisini, hvat hennara yndisskot er |
|
Hondbóltur Tað er ein torfør uppgáva, sum bíðar Føroyum. Kroatisku leikararnir eru bæði størri og væl tyngri enn føroysku leikararnir |
Hondbóltur Jens á Skipagøtu heldur, at nógva mentalvenjingin fram til EM viðvirkaði til, at føroysku hondbóltskvinnurnar megnaðu at vinna seg inn aftur í dystin móti Sveis |
Hondbóltur Tað skal heldur ikki ganga við fullari ferð alla tíðina. Myndamaður okkara, Bjarnheðin í Hoyvík, hevur sent okkum eitt postkort úr hugnaliga EM-býnum, Basel |
Hondbóltur Kroppsliga styrkin hjá kroatum verður ein stór avbjóðing, men føroyingarnir satsa upp á ágangandi verjuspæl og skjót álopsspæl í EM-dystinum í morgin |
Hondbóltur Rakul Wardum var stórspælandi í seinna hálvleiki í 28-25 tapinum fyri Sveis í gjár. Tað sá EHF, sum hevur valt eina av hennara bjargingum til topp-fimm á 2. leikdegi |
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um leikaraavrikini hjá Føroyum í javnleikinum ímóti Kroatia og gevur stjørnur frá einari til fimm |
Hondbóltur Danmark eru stórfavorittar at vinna bólkin hjá Føroyum, og danir fingu eisini eina góða byrjan við stórsigri á Kroatia í gjárkvøldi |
Hondbóltur Nervarnir órógvaði fesku føroyingarnar í fyrra hálvleiki, men eftir stegðin kom glið á, og eina løtu var bert eitt mál á muni ímóti Sveis, sum kortini vann við trimum |
Hondbóltur Tað tók alt ov langa tíð at rista EM-nervarnar av, og tað kostaði okkum dystin ímóti Sveis. Tað segði Jana Mittún, sum var vónbrotin eftir 28-25 ósigurin fyri Sveis |
Hondbóltur Føroyar fingu eina vánaliga byrjan upp á dystin ímóti Sveis, men eftir steðgin kom glið á føroyska spælið, og eina løtu var bert eitt mál á muni |
Hondbóltur Claus Mogensen var glaður fyri, at føroysku hondbóltskvinnurnar reistu seg í seinna hálvleiki, men staðfesti, at fyri steðgin var spælið alt ov merkt av nervum |
Hondbóltur Her er beinleiðis frásøgn í orðum, myndum og á annan hátt frá søguliga fyrsta dystinum hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti í EM-bólki D móti Sveis |
Hondbóltur Føroysku viðhaldsfólkini hava hitað upp í allan dag |
Hondbóltur Føroysku hondbóltsfjeppararnir eru byrjaðir upphitingina til fyrsta dystin hjá kvinnulandsliðnum í einum EM-endaspælið |
Hondbóltur Elsa Egholm er nóg birg at byrja inni, meðan Bjørk Franksdóttir Joensen og Lív Bentsdóttir Zachariasen ikki eru á dómaraseðlinum í dag, skrivar portal.fo |
Hondbóltur Trýst er á sveisisku hondbóltskvinnunum, sum spæla frammanfyri fleiri túsund heimaáskoðarum ímóti Føroyum, men tær ætla at brúka tað til sín fyrimun |
Hondbóltur Manshondbóltur fylti nógv í uppvøkstrinum, men tá Jana Mittún sá, at beiggin og systkinabørnini fóru út í heim at spæla, valdi hon at royna somu leið, og tað angrar hon ikki |
Hondbóltur Danska landsliðið manglar onkrar av royndu spælarunum, og tí verður spurnartekin sett við styrkina á liðnum, sum tó aftur hesa ferð telist millum heiðursmerkjafavorittarnar |
Hondbóltur Tá Føroyar spældu HM-undankapping í Hvítarusslandi í mars í 2021, møttu tær Sveis. Úrslitið var greitt tap: 26-18 til dagsins mótstøðulið |
|
Hondbóltur Hondbóltskvinnurnar hava avgreitt allar smálutir, og á middegi høvdu tær seinastu venjingina undan fyrsta bríksli í morgin. - Hetta er stórt at uppliva, siga spælararnir |
Hondbóltur Í morgin fáa føroysku hondbóltskvinnurnar sín elddóp á stóra hondbóltsvøllinum, tá ið tær skulu spæla sín fyrsta EM-dyst |
Hondbóltur - Tað verður tætt og javnt. Tað sigur norski venjarin hjá Sveis, Knut Ove Joa, undan dystinum millum Føroyar og vertstjóðina í Basel í morgin |
Hondbóltur Turið Arge Samuelsen telist millum størstu hondbóltspersónligheitirnar í Føroyum og hevur upplivað stóru menningina síðsta áratíggju. - Munurin er ótrúliga stórur, sigur hon |
Hondbóltur Seks teir fyrstu dystirnir í EM-endaspælinum í hondbólti eru á skránni í dag. Tveir dystir vera í St. Jakobshalle, har Føroyar bresta saman við Sveis í morgin |
Hondbóltur Føroyingarnir gleða seg til EM-endaspælið ein dag undan fyrsta dystinum ímóti Sveis: - Vit vita, at tað verður hart, men vit fara ongantíð at geva upp, sigur Jana Mittún |
Hondbóltur Tú skal vera væl fyri kroppsliga og sterk mentalt fyri at trívast sum hondbóltsmálverji. Tú ert síðsti skansi og hevur ábyrgdina, sigur Annika Fríðheim Petersen |
Hondbóltur Kringvarpið vísir EM-dystirnar hjá Føroyum og hevur fólk í Basel, sum fylgir landsliðnum og føroyingunum annars undir endaspælinum |
Hondbóltur Besti kjansurin at fáa stig er helst í fyrsta dystinum ímóti Sveis, meðan broytingar merkja danska liðið, sum framvegis er krútsterkt. Verri er at spáa um kroatarnar |
Hondbóltur Pernille Brandenborg hevur føroyska mammu, men er uppvaksin í Danmark. Tilknýtið til Føroyar hevur altíð verið sterkt og er styrknað, síðan hon kom á landsliðið, sigur strikan |
Hondbóltur Tað verður í St. Jakobshalle í Basel, at føroysku kvinnurnar skulu spæla EM-hondbólt fyri fyrstu ferð |
Ítróttur Føroysku EM-hondbóltskvinnurnar taptu eisini seinna venjingardystin ímóti deildarlandsliðnum hjá Svøríki. Avrikið var ójavnt, og tað gekk skjótt upp og niður í 28-26 ósigrinum |
Hondbóltur Í føroysku leguni høvdu tey vilja havt minst ein sigur at flúgva til Sveis upp á, men nógv gott var at síggja í dystunum ímóti Svøríki, og tað skal við í EM-kuffertið |
Hondbóltur Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum er farið undir síðstu fyrireikingarnar til EM, sum nú nærkast av álvara. Venjingar og dystir eru á skránni alla vikuna |
Hondbóltur Claus Mogensen hevur tikið 18 spælarar út til EM-endaspælið, sum byrjar síðst í november |
Hondbóltur Bruttohóparnir til EM-endaspælið í hondbólti eru tiknir út, og 35 spælarar eru á føroyska listanum. Fýra teirra hava ongan landsdyst spælt enn |
Hondbóltur Seinastu vikuna hevur kvinnulandsliðið verið savnað til venjingar í Føroyum. EM-endaspælið nærkast og vónirnir til eru góðar. Føroysku kvinnurnar vilja hava stig í Sveis |
Hondbóltur Fýra nýggir spælarar eru við í hópinum hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við kvinnum, sum savnast næsta mánadag til EM-venjingar í Føroyum |
Hondbóltur Bestu hondbóltskvinnurnarspældu tveir góðar venjingardystir ímóti Slovakia. Eitt tepurt tap og ein sannførandi sigur gjørdist úrtøkan, nú EM-endaspælið av álvara nærkast |
Hondbóltur Kvinnulandsliðið í hondbólti var á odda allan dystin, men lorkaði sigurin burtur við mistum møguleikanum ímóti endanum. Avrikið boðar tó frá enn einum góðum dysti í morgin. |
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar eru farnar undir fyrireikingarnar til EM-endaspælið. Venjingar eru á skránni í Føroyum hesa vikuna, áðrenn leiðin gongur til Slovakia til dystir |
Hondbóltur Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti endaði í bólki D til sítt fyrsta EM-endaspæl, og skal møta Danmark, Sveis og Kroatia í býnum Basel í Sveis |
Hondbóltur Hjalt Mohr Jacobsen, ungdómslandsliðsvenjari, heldur, at tað er eitt sindur óvæntað, at landsliðið í kvinnuhondbólti longu hevur spælt seg til eitt endaspæl |
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar eru í niðasta styrkisbólkinum, tá EM-lutakastið verður í Wien 18. apríl |
Hondbóltur Tað fer at hava stóra ávirkan á dagliga arbeiðið í Hondbóltssambandinum árið út, at kvinnulandsliðið síðst í novembur skal til EM-endaspælið. |
Hondbóltur |
Hondbóltur - Talan var um ungar spælarar undir stórum trýsti, segði landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, sum ikki var nøgdur við avrikið ímóti Íslandi, men fegnaðist um EM-plássið |
Hondbóltur Hetta var ein ordilig russjibreyt, segði Turið Arge Samuelsen, sum stórfegnaðist um EM-plássið, sum kom í rætt, hóast Føroyar taptu fyri Íslandi í Hafnarfirði |
Hondbóltur Bjarta Osberg Johansen var rørd til tár, tá tað varð greitt, at hon og liðfelagarnir á føroyska hondbóltslandsliðnum skulu spæla EM-endaspæl í vetur |
Hondbóltur Bestu føroyski spælarin ímóti Íslandi, Jana Mittún, ásannaði, at tær høvdu spælt ein "elendigan" dyst, men lagið batnaði munandi, tá EM-plássið kortini varð tryggjað |
Hondbóltur Føroyar spældu ikki gott í Hafnarfirði og taptu við fýra, men tað var nóg mikið til at tryggjað sær síðsta EM-plássið og skriva nýggja føroyska hondbóltssøgu |
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar eru nærri einum EM-endaspæli enn nakrantíð, tá ið tær seinnapartin skulu spæla á útivølli ímóti Íslandi á Hafnarfirði. |
Hondbóltur Claus Mogensen var sum vera man væl nøgdur við avrikið hjá hondbóltslandsliðnum við kvinnum í tepra tapinum fyri Svøríki. Hann rósti serliga álopsspælinum |
Hondbóltur Góða úrslitið ímóti Svøríki kom ikki óvart á Janu Mittún, sum staðfesti, at bestu føroysku hondbóltskvinnurnar hava flutt seg nógv ígjøgnum hesa undankappingina |
Hondbóltur Nógv riggaði væl í dystinum ímóti Svøríki, helt verjuskansin Brynja Høj, sum hevur góðar vónir til avgerandi dystin á útivølli ímóti Íslandi sunnudagin |
Hondbóltur Bestu føroysku hondbóltskvinnurnar stóðu lítið aftanfyri Svøríki í EM-undankappingardystinum mikukvøldið, og tepra tapið gevur sjálvsálit til avgerandi dystin í Íslandi |
Hondbóltur |
Hondbóltur Landsliðið í kvinnuhondbólti spælir EM-undankappingardyst í kvøld
|
Hondbóltur Men nógv annað er at spæla um, tá bestu føroysku hondbóltskvinnurnar taka ímóti Svøríki í EM-undankappingardysti á Hálsi mikukvøldið |
Hondbóltur Hon var ikki við, tá hondbóltslandsliðið vann tvær ferðir á Luksemburg. Orsøkin var ikki heilt greið, men nú er Turið Arge Samuelsen aftur í hvítum og hon gleðir seg til dyst |
Hondbóltur Hondbóltslandsliðið við kvinnum gjørdi aftur bart í gjár, og fyri aðru ferð í eina viku vunnu tær stórsigur við 18 málum á Luksemborg. Triðja plássið er nú nærum tryggjað |
Hondbóltur Leikarar og venjari vóru sum heild væl nøgd við avrikið ímóti Luksemborg, og nú verður hugt fram ímóti avgerandi dystunum ímóti Svøríki og Íslandi í apríl |
Hondbóltur Føroyar eru við hesum framvegis við í kappingini um plássini í EM-endaspælinum, skrivar Hondbóltssambandið |
Hondbóltur |
Hondbóltur Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum rætt og slætt smurdi Luksemburg av og fekk síni fyrstu undankappingarstig yvirhøvur. Liðini hittast aftur á Hálsi sunnudagin |
Hondbóltur |
Hondbóltur Hóast nógvir nýggir leikarar eru við í hópinum, eru vónirnar góðar, sigur Brynja Høj undan týðandi EM-undankappingardystunum ímóti Luksemburg í næstum |
Hondbóltur Stór útskifting er á vongplássunum á hondbóltslandsliðnum við kvinnum, sum skal spæla undankappingardystir ímóti Luksemborg í næstum |
Hondbóltur Føroysku kvinnurnar vóru á odda í steðginum, men misnýttu alt ov illa í seinna hálvleiki, og tað kostaði ímóti Íslandi í EM-undandystinum á Hálsi í Havn |
Hondbóltur Hetta er ræðuliga irriterandi, segði Jana Mittún, sum var týðiliga vónbrotin eftir tapið fyri Íslandi í EM-undandystinum á heimavølli |
Hondbóltur Niðurstøðan hjá Brynju Høj og hinum føroyingunum var greið eftir ósigurin fyri Íslandi í høllini á Hálsi. - Vit brenna heilt ekstremt nógvar kjansir |
Hondbóltur Bestu føroysku landsliðskvinnurnar vóru týðiliga vónbrotnar eftir heimatapið fyri Íslandi í dag. Føroyar vóru á odda í steðginum, men misnýttu alt ov illa í seinna hálvleiki |
Hondbóltur |
Hondbóltur |
Hondbóltur Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla ímóti bæði Svøríki og Íslandi í EM-undankappingini, sum byrjar í heyst |