- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungir og evnaríkir spælarar eru á veg
Ungir og evnaríkir spælarar eru á veg
Hjalt Mohr Jacobsen, ungdómslandsliðsvenjari, heldur, at tað er eitt sindur óvæntað, at landsliðið í kvinnuhondbólti longu hevur spælt seg til eitt endaspæl

Kvinnulandsliðið í hondbólti tapti fyri Íslandi, men spældi seg til endaspælið seinni í ár.
09.04.2024 - 08:25
Føroysku hondbóltskvinnurnar skrivaðu søgu, tá ið tær - hóast tap fyri Íslandi - tryggjaðu sær pláss í komandi EM-endaspælinum.
Tapið var skjótt gloymt í gleðisdansi og frøi, tá ið tær fingu at vita, at tær høvdu rokkið á mál og skuldu til EM.
Hjalti Mohr Jacobsen, ungdómslandsliðsvenjari og hondbóltsviðmerkjari, sigur ungar og evnaríkar spælarar vera á veg, men at tað kanska er eitt sindur óvæntað, at landsliðið longu nú hevur spælt seg til eitt endaspæl.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
09042024_Hjali_Mohr
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV