- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spurnartekin verða sett við danska liðið
Spurnartekin verða sett við danska liðið
Danska landsliðið manglar onkrar av royndu spælarunum, og tí verður spurnartekin sett við styrkina á liðnum, sum tó aftur hesa ferð telist millum heiðursmerkjafavorittarnar
29.11.2024 - 10:00
- Hvussu reagera vit, tá støðan er 25-25, og fimm minuttir eru eftir? Hvussu reagera vit, um Kroatia er frammanfyri við tveimum í steðginum? Hvussu reagera vit, um vit tapa ein dyst?
Tað spyr Jesper Jensen, sum stendur á odda fyri donsku hondbóltskvinnunum triðja EM-endaspælið á rað.
Nakrir av royndu donsku spælarunum eru ikki við hesa ferð, men kortini telist Danmark millum heiðursmerkjafavorittarnar undan sínum fyrsta dysti ímóti Kroatia í kvøld.
- Nýggjar ella gamlar; eg haldi, at allar duga væl at koma við nógvari orku og vísa, at tær vilja vera partur av hesum liðnum, sigur nýggi liðskiparin, Trine Østergaard, við TV2 Sport.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV