- Tíðindi, mentan og ítróttur
Feskar og spentar á EM-pallinum
Tá føroysku hondbóltskvinnurnar komu upp á pláss í Basel í gjár, var ein av fyrstu uppgávunum ein stutt videoupptøka av hvørjum spælara.
Hon skuldi bert vera sjey sekund til longdar, men tað tók sína tíð at koma ígjøgnum allar 18 spælararnar í føroyska hópinum.
- Tað er øgiliga stórt at sleppa at gera øll møgulig øðrvísi ting, sum mann ikki er vanur við, sigur Súna Krossteig Hansen.
- Vit fingu eisini at vita, at vit brúktu tríggjar ferðir so langa tíð sum Danmark, so tað vísir eisini eitt sindur, hvussu nýggjar vit eru til alt hetta, sigur gjøgnumbrotssterki bakspælarin úr Skanderborg.
Súna Krossteig Hansen hevur verið darvað av einum fótliðsskaða síðstu tíðina, men hon staðfestir, at støðan batnar fyri hvønn dag, og at hon er til reiðar at spæla.
Mótstøðulið við høgari leikferð
Sveis er eitt vælspælandi lið, sum hevur vunnið seinastu seks dystirnar á rað, staðfestir venjarin, Claus Mogensen.
- Tær spæla skjótt, skjóta nógv mál, og hava ein strikuspælara, Tabea Schmid, sum heilt víst fer at gera vart við seg til endaspælið, sigur Claus Mogensen.
- Hon er ein týðandi spælari fyri tær, og henni mugu vit verja væl fyri í morgin, leggur venjarin afturat.
Ta ábyrgdina fáa Brynja Høj og Pernille Brandenborg fyrst og fremst, og tær eru ikki ófyrireikaðar.
- Eg og Pernille hava tosað øgiliga nógv um, hvussu vit loysa hetta her, og nú fara vit heim at hyggja eitt sindur at video, sigur Brynja Høj.
Afturat strikuni er skjóta kontraspælið ein styrki hjá vertstjóðini, sum spælir EM fyri aðru ferð.
- Oftari vit fáa fullført okkara álop, minni gleði fáa tær av síni kontrafasu, sigur venjarin.