- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskur og føroyskur formansskapur gevur vón um limaskap

Serliga tríggjar av teimum 38 tilráðinginum hjá Norðurlandaráðnum í fjør eru serliga viðkomandi fyri Føroyar.
Tað heldur uttanlandsnevndin hjá løgtinginum, sum nevnir tær í áliti sínum um tilráðingarnar hjá Norðurlandaráðnum.
Johan Dahl og Liljan Weihe, løgtingsfólk, sum umboðaðu løgtingið í Norðurlandaráðnum, løgdu tilráðingarnar fyri løgtingið.
Ein tilráðing, sum uttanlandsnevndin tekur fram, er um burðardygga ferðavinnu, ein er um tilbúgving, trygd og veitingartrygd, og ein tilráðing er um vitlíki.
Fullur limaskapur
Uttanlandsnevndin nevnir eisini spurningin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Føroyar eiga at umhugsa, um nøkur meining er at halda fram í Norðurlandaráðnum, um Føroyar ikki skjótt fáa fullan limaskap har, sigur uttanlandsnevndin.
Næsta ár hava Føroyar og Danmark formansskapin saman í Norðurlandaráðnum.
Hetta eigur at vera eitt gott høvi at fremja ætlanina um at vinna Føroyum fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur uttanlandsnevndin.
Uttanlandsnevndin harmast um, at ikki hoyrist nógv aftur um tilráðingarnar, sum ár eftir ár vera lagdar fyri løgtingið.
Ivi er eisini um, hvør hevur ábyrgdina av tilráðingunum, sum vera samtyktar í Norðurlandaráðnum, sigur Uttanlandsnevndin.