Turið: - Framgongdin hevur verið øgilig

Turið: - Framgongdin hevur verið øgilig
Turið Arge Samuelsen telist millum størstu hondbóltspersónligheitirnar í Føroyum og hevur upplivað stóru menningina síðsta áratíggju. - Munurin er ótrúliga stórur, sigur hon
28.11.2024 - 12:19

Turið Arge Samuelsen mann teljast millum størstu hondbóltspersónligheitirnar í føroyskum hondbólti yvirhøvur.

Atletisku evnini eru eyðsæð - sama er viljin at vinna. Tí kom vongurin, sum seinni er vorðin bakkur, á landsliðið longu í 2012, og síðan hevur hon spælt meir enn 40 ferðir fyri Føroyar.

12 ár seinni er hon enn millum lyklaspælararnar, men framgongdin hevur verið øgilig síðstu árini, viðgongur hon.

 - Tað er næstan soleiðis, at tú næstan ikki hevur klárað at fylgt við, sigur hon.

 - Tá eg byrjaði, var einki skipað virksemi um landsliðið. Vit spældu undan-undankappingar og vinardystir, og í dag skulu vit spæla EM, har vit eru saman í ein hálvan mánaða frammanundan. Menningin hevur verið øgilig.

Tað vóru fólk og spælarar, sum vildu meir enn at spæla einstakar dystir 'hist og pist', heldur Turið Arge Samuelsen. 

 - Eg hevði ikki torað at droymt so stórt, og at vit standa her í dag, eri eg bæði fegin og bilsin um, sigur hon.

Hoyr eisini, hvat Turið Arge Samuelsen heldur um at spæla uttanlands í innslagnum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859