Mistu á stokkinum

bannari
Mistu á stokkinum
Kvinnulandsliðið í hondbólti var á odda allan dystin, men lorkaði sigurin burtur við mistum møguleikanum ímóti endanum. Avrikið boðar tó frá enn einum góðum dysti í morgin.
Kvinnulandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í Slovakia og spælir venjingardystir undan EM-endaspælinum um tveir mánaðir
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
27.09.2024 - 20:45

Føroysku hondbóltskvinnurnar, sum í hesum døgum eru í Slovakia fyri at pussa formin av undan EM-endaspælinum um tveir mánaðir, taptu í kvøld fyrra venjingardystin ímóti Slovakia.

Slovakia endaði við at vinna 24-23, eftir at Føroyar høvdu verið á odda allan dystin, líka til ímóti endanum. Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda 14-12.

Ov nógvir málmøguleikar fóru fyri skjeytið, tá ið dysturin fór at nærkast endanum, og tí bleiv tað til, at føroysku kvinnurnar mistu á stokkinum.

Í morgin klokkan 14 verður seinni dysturin spældur ímóti Slovakia, men enn er ikki greitt, um hann verður stroymdur á live.hsf.fo, nú spælt verður í aðrari høll enn í kvøld.

Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 6
Pernille Brandenborg 5
Turið Arge Samuelsen 4
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Elsa Egholm 1
Rannvá Olsen 1
Lukka Arge 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Bjarta Osberg Johansen 1

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 15
Rakul Wardum 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168