- Tíðindi, mentan og ítróttur
Watson riggar til í Írlandi
Watson riggar til í Írlandi
Paul Watson ger seg til reiðar at, sum hann sigur, verja hóttan hval í Norðuratlantshavi, men nevnir ikki Føroyar

Watson riggar til at verja hóttan hval í Norðuratlantshavi, sigur hann.
20.04.2025 - 12:52
Paul Watson ger seg til reiðar at, sum hann sigur, verja hóttan hval í Norðuratlantshavi.
Flaggskip hansara, John Paul DeJoria, fer til Írlands leygardagin hagar skipið kemur 9. mai.
Paul Watson ætlaði sær til Íslands í summar.
Men partafelagið Hvalur hevur boðað frá, at tað fer ikki at skjóta hval í summar.
Eitt annað íslendskt felag, Tjaldtangi, hevur fingið loyvi til at skjóta 217 nebbafiskar í ár.
Tað felagið hevur ikki boðað frá nú í vár, hvussu verður við hvalaveiðuni í summar.
Paul Watson nevnir ikki Føroyar í tíðindunum um ætlan sína í summar.
Watson sigur, at hann ætlar at steðga hvalaveiðu, áðrenn hann doyr.
Paul Watson er 74 ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV