Løgtingslóg um kringvarp varð broytt 1. januar 2016. Kringvarp Føroya kann framhaldandi senda lýsingar á útvarps- og sjónvarpsmiðlinum, men peningurin skal í landskassan.
Í hesum sambandi hevur Kringvarp Føroya umskipað økið, og nýggjar mannagongdir eru galdandi frá 1. apríl 2016.
Høvuðsbroytingin er, at Kringvarp Føroya hevur ikki longur atknýtt sølufólk, sum samskipa lýsingasøluna. Kringvarp Føroya tekur frá 1. apríl 2016 bara ímóti lidnum lýsingum.
Lidnu lýsingarnar skulu fylgja nøkrum tøkniligum nágreiningum, sum eru at finna aðrastaðni undir lýsingasølu.
Samband
Hevur tú spurningar um lýsingar/kunngerðir, kanst tú seta teg í samband við Malenu Klemmentsen ella Biritu Háskor, telefonnummar +298 34 75 00.
Les meira um
● Reglugerð fyri lýsingar og kunngerðir