Andlát

Kunngerðir

Teldupostur: of.fvk@ridregnnuk
Tel. +298 34 75 00

Sí tíðarfreistir her

 

14-02-2025 18:15
Eisini lisið:
14-02-2025 12:35
Frá Heilsuhjálparafelag Føroya
Álitisfólk felagsins verða biðin um at møta á felagnum týsdagin 18. februar kl. 14, til kunningarfund um støðuna í samráðingunum.
Heilsuhjálparafelag Føroya

 

14-02-2025 18:15
Frá Starvsfelagnum
Ársaðalfundur Starvsfelagsins verður leygardagin 1. mars klokkan 14.00 í Smæruni, J. H. Schrøtersgøta 7 í Havn. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Møtið fjølment.
Starvsfelagið

 

14-02-2025 12:35
Frá Sjónleikarhúsinum:
Seinastu sýningar av Dreymaleiki verða leygar- og sunnudagin kl.19. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar.
Teatur Grugg

 

14-02-2025 12:35
Frá Gøtu kirkju,
Mánamorgunin 17. febr. bjóða vit til hugnaløtu og morgunkaffi frá kl. 10:00 til kl. 12:00
-Byrjað verður uppi í kirkjuni við Tummas Lykke Kannuberg, presti.
-Seinni hugleiðir konan, Ida Lykke Kannuberg
Gøtu kirkja

 

14-02-2025 12:35
Frá Arbeiðarafelagnum Hæddini
Lýsti ársaðalfundur felagsins verður leygardagin 22. februar klokkan 15 í felagshølunum.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin

 

14-02-2025 12:35
Eisini lisið:
12-02-2025 18:15
Frá Magistarafelag Føroya
Aðalfundurin verður leygardagin 22. februar kl. 16.00 á Hotel Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 14. februar.
Nærri kunning á magistarin.fo
Nevndin