Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Danmark

bannari
Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Danmark
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um leikaraavrikini hjá Føroyum í tapinum fyri Danmark og gevur stjørnur frá einari til fimm
 
03.12.2024 - 19:38

Føroyar taptu fyri Danmark í seinasta EM-dystinum á hesum sinni, men úrslitið var tað besta ímóti dønum higartil. Her verður mett um avrikini hjá føroyska liðinum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala.

5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”

4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”

3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”

2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”

1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”


Rakul Wardum 3

Rakul byrjar í dag, hóast Annika stóð sín lívs dyst móti Kroatia. Tað sá eisini út til at vera rætta valið. Sjey bjargingar bleiv tað til í dag, sum rakk til 26%. Arbeiðsumstøðurnar vóru avgjørt ikki tær somu sum seinast, men Rakul hevur til hetta endaspælið víst, at vit hava tveir málverjar á rættuliga høgum stigi. Tað kann koma at vísa seg at hava alstóran týdning.


Rakul Wardum byrjaði inni ímóti dønum, og hon hevði ovmikið at gera. MYND: Nebojsa Tejic / kolektiff

 

Annika Fríðheim Petersen 2

Fekk ikki fatur í tí nógva í dag. Tvær bjargingar bleiv tað til, og slett ikki somu arbeiðsumstøður, sum móti kroatum. Men mótstøðan í dag var eisini á einum væl hægri stigi.

Turið Arge Samuelsen 3,5

Ein sum heild væl frágingin dystur í dag. Er sera trygg á vonginum, og er um at fáa flogið aftur sum vongleikari. Helst er Turið glað fyri aftur at sleppa at spæla bakkur, tá hon kemur heim aftur til Føroyar.

Marita Mortensen

Ikki á dómaraseðilinum

Jana Mittún 3

Jana fær alla kappingina ein sera stóran leiklut. Spælir næstan allar dystirnar, men tað sæst ikki serliga væl. Ein ótrúlig orka, sum hesin spælarin hevur. Men Jana skal heim at venja skot. Alt ov ofta verða skotini brend, og alt ov oftani brend sama stað. So heim at hyggja eftir skotunum, og so skal tann parturin bøtast um. Tí í roynd og veru skulu danir vera sera glaðir fyri, at vit ikki skora betur, tí so var vandi á ferð. Men 2/11 røkka sjálvandi ikki til nakran toppkarakter. Men eingin kann seta spurnartekin við viljan og dirvi at royna aftur, hóast brent skot.

Súna Krossteig Hansen 3,5

Súna spælir mest sum allan dystin í dag. Er sera ágangandi í sínum álopsspæli. Er oftani um reppi at sleppa allan vegin. Kanska hon átti at tikið nøkur av skotunum fyri Janu og ikki bara gjørt upptrýstið. Tí 2/3 er ov fá skot, havandi í huga, hvussu trupult Jana hevði við at skora. Á bakkinum, har Súna verjur, er bara stongt.


Súna Krossteig Hansen spældi sera væl ímóti Danmark, men kundi havt skotið meir, heldur Ingi Olsen. MYND: Nebojsa Tejic / kolektiff

 

Lukka Arge 3

Fekk møguleikan at skjóta brotskast í dag, men misnýtti. Annars bleiv hennara leiklutur heldur størri í dag, enn kanska ætlað, tí at Brynja fær reytt kort í fyrra hálvleiki. Lukka skal bara hava væl fleiri minuttir í verjuni, so skal tað nokk fara at blíva heilt gott. Hon hevur hæddina og dygdirnar at vera í miðjuni. Men í dag var uppgávan heldur stór ímóti einum av heimsins bestu.

Brynhild Pálsdóttir 3

Brynhild fær eftir tveir heldur ivasamar dystir veruliga uppreisn í dag. Ein skuldi trúð, at hon kanska ikki heilt tordi í dag. Men har tók eg feil. 5/7 í dag. Og harafturat vóru nakrar sera góðar vejustøður, har hon vinnur álopsfeil og onnur støða, har vongurin hjá dønum verður trýst til at brenna. Flott komið aftur av Brynhild.


Brynhild Pálsdóttir skeyt fimm mál upp á sjey royndir av høgra vongi. Bert Pernille Brandenborg skoraði meir. MYND: Nebojsa Tejic / kolektiff

 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2,5

Verjuparturin hjá Lív er altíð sera góður. Einki undantak í dag. Dekkar ofta meira enn sjálvan vongin, og er sera aktiv sum heild í sínum verjuspæli. Í hinum endanum gekk ikki eins væl í dag. Byrjar annars væl, men so fer eitt lobb langt framvið málinum, og 2/5 er ikki nóg gott, tá møguleikin annars er so stórur, sum talan var um í dag.

Rannvá Olsen

Vegna inhabilitet, má Rannvá klára seg uttan karakter.

Anna Elisabeth H. Weyhe

Ikki á dómarseðilinum

Bjarta Osberg Johansen 3

Fær heldur ikki tann heilt stóra leiklutin í dag í verjupartinum. Tá Brynja fer út, eru tað aðrar, sum koma inn í verjuna. Men aftur í dag er tað í sjey ímóti seks-spælinum, at Bjarta fær sínar 12 minuttir. Fær onkrar bóltar spældar inn, men sum heild er tað Pernille, sum verður spæld mest. Men ein sum heild okey dystur, har hon avgreiðir tað, hon skal heilt fínt.

Brynja Høj 2

Longu í 12. minutti fær Brynja reytt kort, fyri at raka danskan leikara óheppi, so endin er útvísing. Hetta skakar okkara verju sera nógv. Og óheppi ella ikki, so gevur tað ikki góðan karakter at vera óheppin. Brynja hevur tó alla orsøk til at vera sera errin av hesum EM-endaspælinum. Hon hevur verið ein fantastiskur skansi saman við Pernille í verjuni.


Føroyski liðskiparin, Pernille Brandenborg fegnast um eitt av sínum 10 málum ímóti Danmark. Smanlagt kanska besti føroyski spælarin í kappingini. MYND: Nebojsa Tejic / kolektiff

 

Pernille Brandenborg 4

Eg haldi, at Pernille hevur prógvað seg sum kanska týdningarmesta leikaran á føroyska liðnum. Í álopi eins væl og í verju. Í dag fær hon 10/12, sum avgjørt er góðkent. Hon hevur eisini við síni hædd og dugnasemi í verjuni víst, at hon er ein sannur fongur fyri føroyska liðið. Eitt sera gott EM yvirhøvur, sum Pernille fer at hyggja aftur á við stoltleika.

Elsa Egholm 2

Elsa fær fitt av spælitíð í dag. Hevur trý skot, men fær einki mál uppá nokkso góðar møguleikar. Í verjuni er talan um eitt avrik, som er í lagið.

Maria Pálsdóttir Nólsoy 3

Ikki eins passiv í dag og móti Kroatia, og tað klæðir Mariu. Tað er ikki pláss fyri, at ein so góður duellspælari bara avreiðir alt víðari. 1/4 er sjálvandi ikki nóg gott. Verjuparturin var nøkulunda góður, men ofta verður skift millum verju og álop.

Bjørk Franksdóttir Joensen

Kom ikki á vøllin.

Lív Bentsdóttir Zachariasen 2,5

Fekk samanlagt knappar sjey minuttir á vøllinum. Fekk tað óunnuligu uppgávu at koma inn, tá Brynja fekk reytt, og beinanvegin herjaðu donsku leikararnir á hana. So ein sera trupul uppgáva. Men Lív fær nakrar minuttur í dag, og við tíðini helst fleiri. Vit skulu so líðandi hava aðrar at dekka í miðverjuni enn bara Brynju og Pernille, og so kann Lív kanska vera eitt gott boð.


Føroyski venjarin manglaði eina plan B í verjuni, men hevur annars staðið seg sera væl til EM-endaspælið, heldur Ingi Olsen. MYND: Nebojsa Tejic / kolektiff

 

Claus Mogensen 3,5

Tað var bara í fyrsta dystinum, at rust skuldi bankast, og so koyrdi maskinan sera væl. Sjálvt álopið var sett sera væl upp, og fingurin kann ikki setast á avrikið hjá venjaranum, tí at leikarar so brenna illa. So toppkarakter fyri álopsspælið.

Vt høvdu ilt við at finna loysnir í verjuspælinum, serliga eftir at Brynja fekk reytt. Og at síggja til, manglaði ein ætlan fyri, hvør skuldi verja har. Ein sokallað plan b fyri verjuspælið. Tað sást í dag, at verður spælt við fáum leikarum í miðverjuni, er tað sjálvandi eyka trupult, tá vit so fáa fyri neyðini at brúka aðrar.

Hetta endaspælið hevur annars verið sera væl stýrt og fyrireika av venjarunum. Serliga havandi í huga, stuttu tíðina venjarin hevur haft til hetta endaspælið. Spennandi verður at síggja, um framgongdin kann halda fram, og hví skuldi hon ikki tað?

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482