EM-fyrireikingarnar byrjaðar

EM-fyrireikingarnar byrjaðar
Føroysku hondbóltskvinnurnar eru farnar undir fyrireikingarnar til EM-endaspælið. Venjingar eru á skránni í Føroyum hesa vikuna, áðrenn leiðin gongur til Slovakia til dystir
23.09.2024 - 17:39

Niðurteljingin til EM-endaspælið er av álvara byrjað.

 - Tað er mega spennandi, sigur málverjin, Annika Fríðheim Petersen.

Um góðar tveir mánaðir gongur leiðin til Basel, har Sveis bíðar í fyrsta EM-dystinum 29. november.

 - Tað er ringt at seta orð á, viðgongur føroyski málverjin. - Vit hava ongantíð staðið í støðuni fyrr, so tað følist enn eitt sindur órealistiskt, men vit gleða okkum ræðuliga nógv.

Sunnukvøldið vandi ein nærum fullmannaður landsliðshópur í høllini á Argjahamri, og sostatt eru veruligu EM-fyrireikingarnar skotnar í gongd.

 - Ordiliga deiligt. Eg elski at koma til Føroyar at venja við landsliðnum. Eg føli, at allar eru svangar, og nú er ein stór uppgáva, so allar vísa, hvat tær duga, og tað ger, at intensiteturin eisini er góður, sigur Annika Fríðheim Petersen, sum spælir við EH Aalborg í bestu donsku deildini.

 

Venjingardystir ímóti Slovakia

Seinastu spælararnir komu til Føroya maándagin, og venjingarnar halda fram næstu dagarnar. Síðan gongur leiðin til Slovakia, har tveir dystir eru á skránni ímóti slovakum fríggjadagin og leygardagin.

 - Vit fara fyrst og fremst at leggja dent á okkara verjuspæl og okkara kontraspæl. Vit hava skjótar leikarar, so tað mugu vit royna at gagnnýta, sigur málverjin.

 - Eg vóni, at vit í øllum førum fáa ta fatan, at vit fáa kappast ímóti einum liðið, sum er við í EM, sigur venjarin, Claus Mogensen. 

 - Vit droyma um, at fara (til EM, red.) og fáa stig í einum av dystunum... og dystirnir ímóti Slovakia skulu vísa, um vit eru á rættari kós, sigur venjarin.

Í EM-endaspælinum eru Føroyar í bólki saman við Sveis, Kroatia og Danmark

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859