Vit fáa nógvar fyrispurningar og fráboðanir um ymisk tøknilig viðurskifti. Tí hava vit her savnað kunning um stroyming, heimasíðu og app.
Hendan síðan verður dagførd javnan, so kom aftur av og á fyri at kunna teg.
Stroyming sløknar á Android-fartelefonum
Fleiri hava sagt frá, at útvarpsstroymurin sløknar, tá telefonin sløkkir skermin. Hetta hevur ikki nakað við KVF at gera. Allir stroymir steðga uttan mun til, hvør veitarin er. Trupulleikin sýnist at vera Power-Save stillingin í Android 9.
Far inn á Settings->Device Care/Maintenance->Battery og stilla til "High Performance mode" (kann eisini vera 'Power save Off'). So skuldi riggað aftur.
Summir kagar steðga ljóðinum, um tú fert á onkra aðra síðu. Um tú trýstir á pausu og play, áðrenn tú skiftir síðu, so riggar. (Chrome, kanska aðrir eisini)
Um stroyming av sjónvarpstilfari
Stroyming ger tað møguligt at hyggja eftir sjónvarpinum, har netsamband er, ígjøgnum vanligt breiðband ella 4G/5G.
KVF stroymir alt tilfar, ið verður sent, men ikki alt tilfar kann síggjast allastaðni í verðini. Í ávísum førum hevur KVF bert loyvi at senda innanlands, t.d. landsdystir og útlendskt tilfar.
Tá tilfar ikki er loyvt at vísa uttanlands, ger stroymingskipanin av, hvar hyggjarin er staddur. Til hetta verður GeoIP brúkt. Hetta merkir, at skipanin hyggur eftir, hvør IP-adressan á tínum tóli er fyri at gera av, um tú ert í Føroyum ella ikki. Hesin hátturin at finna út av, hvar brúkarin er staddur, er mest nýtti háttur til at avmarka stroyming til ávíst land ella øki.
Hví síggi eg ikki sjónvarpið? (Eg eri uttanlands ella brúki VPN)
Um tú ikki sært sjónvarpið á netinum, er tað tí, at tilfarið á skíggjanum beint nú ikki kann vísast uttanlands. Sum nevnt omanfyri er tað IP-adressan á tólinum hjá tær, ið avger, um tú sleppur at hyggja ella ikki.
Í sjónvarpsskránni á kvf.fo eru summar sendingar merktar við einum FØ fýrakanti. Hesar sendingar kunnu bert stroymast í Føroyum.
GeoIP-mekanisman hyggur eftir, hvørjum landi IP-adressan er skrásett í. Samsvar er ikki altíð millum hesa skráseting, og hvar tú reint faktisk ert stødd/staddur! T.d. hava summir internet-veitarar í Føroyum danskar IP-adressur – og tá riggar ikki. Somuleiðis er onkur veitari í Føroyum av 4G-fartelefonneti, ið brúkar íslendskar adressur.
Tú kanst lættliga sjálv/ur kanna, hvar IP-addressan í tínum tóli hoyrir til: Far inn á https://www.wizcase.com/tools/whats-my-ip/, so sært tú, hvar skipanin sigur teg vera.
Onkuntíð riggar, onkuntíð ikki
Fartelefonir ella teldlar, ið hava SIM-kort ísett, sleppa onkuntíð fram at sjónvarpinum, onkuntíð ikki. Hetta kann hava samband við, hvat net tú hevur samband við! Um tú ert á 4G-netinum, hevur títt tól eina aðra adressu, enn um tú hevur samband gjøgnum Wi-Fi.
Hetta kann gerast rættiliga fløkjasligt viðhvørt: Um tú ert uttanlands, hevur tín fartelefon eina føroyska addressu, um tú hevur 4G tendrað, men ikki um tú brúkar Wi-Fi sambandið á hotellinum.
Á sama hátt kunnu útlendingar, ið eru staddir í Føroyum, bert síggja sjónvarpið, um teir eru á Wi-Fi, men ikki um teir eru á 4G.
ChromeCast riggar ikki, ella riggar bara viðhvørt
Media á heimasíðuni eigur sum útgangsstøði at rigga við Google ChromeCast og Apple AirPlay.
Tó eru einstøk krøv, ið mugu vera uppfylt:
1. Tóleindin (snildfon/telda/teldil o.s.fr.) má vera á sama neti sum ChromeCast-eindin er á. Kanna tí um telefonin er á sama WiFi-neti, sum ChromeCast er, og tryggja tær, at WiFi er tendrað á telefonini.
2. Browsarin má stuðla ChromeCast. T.d. Google Chrome.
Gev gætur, at Apple iOS loyvir ikki at brúka stroyming gjøgnum ChromeCast frá einari heimasíðu ella web-app.
Finst ongin KVF-app?
Vit eru greið yvir, at iPhone- og iPad-brúkarar ynskja eina skynsamari loysn at hyggja eftir eitt nú beinleiðis sjónvarpi og sjónvarpssendingum, tí tað ikki ber til at stroyma gjøgnum til t.d. ChromeCast á heimasíðuni.
Higartil hevur niðurstøðan verið, at tað er sera kostnaðarmikið at gera serstakar appir - bara fyri at fáa stroyming partin at rigga til iPhone.
Kortini er ein app gjørd til allar barnasjónvarpssendingar. VIT-appin er tøk at taka niður á Google Play og Appstore, og tú kanst lesa meira um appina niðanfyri.
Vit kanna tó støðugt, hvørjir møguleikar eru og hava havt ymsar royndarverkætlanir koyrandi. Ein av hesum er júst VIT-appin til børn.
Arbeitt verður víðari við ætlanini um, at tilfar á kvf.fo skal verða tøkt í appum til bæði Android og iOS. Vit kunnu to ikki siga nágreiniliga, nær hetta hendir.
Sendingar á heimasíðuni
Felags fyri alt talgilt tilfar á heimasíðuni er, at tað er tøkt í fleiri góðskum. Vanliga er tað so, at títt tól og servararnir á KVF finna útav, hvat títt internetsamband orkar at flyta, fyri síðani at velja góðskuna hareftir.
Sum oftast ber tað eisini til at taka sendingar niður í tí góðsku, tú ynskir, umframt at nógvar sendingar eisini eru tøkar sum poddvarp.
Sjónvarp
Flestu føroysku sendingarnar verða lagdar á heimasíðuna. Tað er ymiskt, nær sendingarnar verða lagdar út. Í høvuðsheitum er hetta galdandi:
- Beinleiðis sendingar verða lagdar út ein til tveir tímar aftan á, tær eru sendar. Hetta er orsakað av, at tað kann taka langa tíð at gera tilfar klárt til heimasíðuna.
- Aðrar sendingar eru vanliga tøkar samstundis, sum sendingin er í vanligu skránni – onkuntíð fyrr.
Útvarp
Ikki allar sendingar eru tøkar á heimasíðuni. Tilfar, ið ikki verður lagt út, er sovorðið sum náttarrásin og summar aðrar tónleikasendingar. Summar beinleiðis sendingar verða heldur ikki lagdar út í heilum líki, t.d. GMF – har verða einstøku søgurnar lagdar á heimasíðuna so hvørt.
- Útvarpstíðindi eru vanliga tøk nakar minuttir eftir, at tíðindini eru liðug.
- Aðrar sendingar eru vanliga tøkar innan fyri ein tíma eftir, at tær eru sendar.
Hví er ikki alt tilfar tøkt sum poddvarp?
Hvør einstøk sendingarøð skal ígjøgnum eina góðkenning frá Apple, áðrenn tað ber til at gera tilfarið tøkt til poddvarp. Í sambandi við at KVF ger broytingar í sendiflatuni, t.d. tá skift verður millum summar- og vetrarskrá, skal støða takast til einstøku sendingarnar, um tær skulu á poddvarp ella ikki, og hetta kann taka nakað av tíð.
Harumframt krevst eisini, at tey, ið eiga rættindi til sendingina, geva loyvi til at leggja hana út sum poddvarp.
Hví kann ikki alt tilfar takast niður?
Á sama hátt sum við poddvarp, skulu tey, ið eiga rættindini, geva loyvi til, at sendingin kann takast niður.
Kann eg fáa beinleiðis leinki til stroymar?
Ja, á Netvarp síðuni ber til at síggja leinki til bæði útvarps- og sjónvarpsstroymar ið KVF framleiðir.
Hvat er VIT-appin?
-
Kom við inn í barnaheimin hjá Kringvarpinum! Á VIT-appini finnur tú allar barnasendingar, sum Kringvarpið hevur rættindi til at leggja á netið. Í løtuni finnur tú bara sjónvarpsrøðir í appini. Men vónandi verður tað ikki leingi, til góðu søgurnar í útvarpinum eisini eru at finna í appini.
Hvar finni eg appina?
-
Tú finnur VIT-appina í Google Play Store (Android) og í App Store (iOS). Appin er í fyrstu sniðgjørd til telefon og teldil, og tí er appin eitt nú ikki at finna í App Store á AppleTV og Google Play á AndroidTV. Appin er ókeypis at taka niður. Inni í app-handlinum skalt tú skriva "KVF VIT" í leititeigin, og síðani kemur fitta Kuldakrákan fram. Tak appina niður, og so er klárt at hyggja.
Hvørjar eindir kunnu taka appina niður?
-
Telefonir, teldur og teldlar við netsambandi og við atgongd til App Store og Google Play Store kunnu taka appina niður.
Skal eg rita inn ella stovna brúkara fyri at brúka appina?
-
Nei, tað er ikki neyðugt at stovna sær ein brúkara ella rita inn fyri at brúka appina.
Riggar Chromecast við appini?
-
Ja, VIT-appin hevur Chromecast-funku.
Eg finni ikki ta sendingina, sum eg leiti eftir?
-
Ovarlaga á forsíðuni í appini eru allar sendingarnar í bókstavarað. Fyrst frá A-K og síðani K-Z. Har sært tú allar sendingar, sum eru tøkar.
Kann eg síggja tilfar á appini, tá ið eg eri uttanlands?
-
Tær sendingar, sum eru tøkar, og sum Kringvarpið hevur framleitt, eru at síggja í appini – eisini, tá tú ert í øðrum londum. Men tíverri hava vit bert rættindi at vísa tilfar frá útlendskum framleiðarum í Føroyum, og tí er ikki møguligt at síggja tær sendingarnar, tá tú ert staddur uttanlands.
Hevur tú tekniskar trupulleikar?
-
Tað kunnu vera tekniskir trupulleikar knýttir at eind ella netsambandi. Tí er tað mangan eitt gott hugskot at royna til dømis Chromecast á øðrum appum sum t.d Netflix, Youtube o.tíl. Eisini er tað mangan eitt gott hugskot at dagføra stýrisskipina á tí eindini, sum hevur trupulleikarnar.
Hvussu við kennifílum?
-
VIT-appin hvørki savnar ella deilir dátur um brúkaran. Appin minnist, hvørjum tilfari brúkarin hyggur at, og til tað verða dátur samlaðar lokalt, men tær verða ikki deildar við triðjapart. Um onkur trupulleiki stendst, og appin frystir ella slóknar, kunnu dátur verða savnaðar og sendar víðari til mennaran í eini roynd at loysa trupulleikan. Men í tí føri snýr tað seg einans um, hvat útgávunummar appin hevur, og hvat útgávunummar telefonin hevur.
Finnur tú ikki tað, tú leitaði eftir?
Hevur tú enn trupulleikar, ella hevur tú ein tøkniligan fyrispurning, kanst tú senda okkum ein mail á kt@kvf.fo.