Pernille var málleys

Pernille var málleys
Pernille Brandenborg var ovurfegin eftir søguliga EM-javnleikin hjá Føroyum ímóti Kroatia. - Eg eri bara mega errin, mega glað, mega troytt, segði liðskiparin hjá Føroyum
01.12.2024 - 16:42

- Eg eri bara mega errin, mega glað, mega troytt, og alt møguligt annað. Alt koyrir!

Føroyski liðskiparin, Pernille Brandenborg, var ovurfegin eftir 17-17 javnleikin ímóti Kroatia, sum tryggjaði føroysku hondbóltskvinnunum sítt fyrsta EM-stig.

Saman við millum annað Brynju Høj í føroysku miðverjuni stríddist Pernille Brandenborg allan dystin á tamb, og tá kroatar sluppu til skot, stóð Annika Fríðheim Petersen ein ótrúligan dyst í málinum.

 - Júst nú merki eg mest gleðina um stigið, men viðhvørt mátti eg líka anda eina ferð eyka inn. Tær eru eitt kroppsliga sterkt lið, men tað merkir einki nú, segði liðskiparin.

Hon var væl nøgd við føroysku verjuna, men rósti eisini málverjunum.

 - Vit hava, sum eg havi sagt aftur, aftur og aftur tveir fantastiskar málverjar. Annika stendur ótrúliga væl, og Annika kemur inn og tekur eitt týðandi brotskast, segði Pernille Brandenborg.

Hvussu kennist tað at vera komin so langt, at tit kunnu fáa stig í einum endaspæli?

 - Tað er svakt. Eg skilji ikki ordiliga, at tað er tað, sum er hent. Eg veit ikki, hvat eg skal siga, segði Pernille Brandenborg.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878