Fimm tær bestu: Rakul Wardum-bjarging á topplistanum hjá EHF

Fimm tær bestu: Rakul Wardum-bjarging á topplistanum hjá EHF
Rakul Wardum var stórspælandi í seinna hálvleiki í 28-25 tapinum fyri Sveis í gjár. Tað sá EHF, sum hevur valt eina av hennara bjargingum til topp-fimm á 2. leikdegi
30.11.2024 - 11:25

Rakul Wardum átti stóran leiklut í, at Føroyar komu aftur í aftur í seinna hálvleiki ímóti Sveis í gjár. 

Hon mestsum stongdi málið ta einu løtuna, og tá føroysku kvinnurnar samstundis fingu glið á álopsspælið, var sera nær við, at tær rukku upp aftur á javnt eftir ein vánaligan fyrra hálvleik.

Eina løtu var bert tað eina málið á muni, men tíverri komu Føroyar ikki nærri enn tað, og taptu 28-25 ímóti vertstjóðini, sum honvegin fekk sín fyrsta EM-sigur.

Ein lítil troyst fyri Rakul Wardum er kanska, at ein av hennara bjargingum er komin á topp-fimm listan hjá EHF á 2. leikdegi. Hon bjargaði annars átta av 20 royndum, sumn gevur henni eitt bjargingarprosent upp á 40.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878