Brynja: Vildi inn at hjálpa liðnum

Brynja: Vildi inn at hjálpa liðnum
Brynja Høj var ósamd við avgerðini hjá dómarunum, sum sendu hana av vøllinum tíðliga í fyrra hálvleiki. - Mann vil gjarna inn at hjálpa liðnum, so tað var ordiliga keðiligt
03.12.2024 - 22:30

Føroyska liðið varð munandi skert tíðliga í dystinum ímóti Danmark, tá dómararnir góvu Brynju Høj reyða kortið fyri at raka ein dana í andlitið. 

Hetta ávirkaði føroyska verjuspælið, og eina løtu miðskeiðis í dystinum lúrdi veruligt skrædl. Brynja Høj var ikki samd í dómaraavgerðini.

 - Eg rann út á vøllin og royndi at trekkja ein álopsfeil, sum tað eisini var, men eg eri so óheppin, at eg raki Miu Højlund í andlitið við hondini, greiddi Brynja Høj frá.

 - Eg haldi, at linjan hjá dómarunum hevur verið øgiliga hørð ígjøgnum alla kappingina, og teir velja so at geva mær reyða kortið. Eg havi so tosað við danskararnar aftaná, og tær vóru samdar í, at har var ikki meir enn ein útvísing neyðug, so tað er mega rotið.

 

Vildi inn at hjálpa

Miðverjin mátti út á áskoðaraplássini at sita, tað ið eftir var av dystinum.

 - Mann vil gjarna inn at hjálpa liðnum, so tað var ordiliga keðiligt, sigur Brynja Høj, sum hóast 33-24 tapið fyri Danmark lýsir endaspælið sum "eina mega góða uppliving".

Kroatia tapti fyri Sveis, og Føroyar endaðu á 3. plássi í bólkinum, tí tær høvdu skotið eitt mál meir enn kroatarnir. Tað merkir, at tær verða hægri styrkismettar til komandi HM-undandystir.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791