Føroyar stóðu stinnar ímóti svenskum risum

Føroyar stóðu stinnar ímóti svenskum risum
Bestu føroysku hondbóltskvinnurnar stóðu lítið aftanfyri Svøríki í EM-undankappingardystinum mikukvøldið, og tepra tapið gevur sjálvsálit til avgerandi dystin í Íslandi
Jana Mittún skeyt átta mál í frálíka avrikinum ímóti Svøríki á Hálsi í Havn
Mynd: EHF  
 
03.04.2024 - 21:36

Fleiri høvdu hug at tára eftir tepra tapið fyri Íslandi í fjør, men mikukvøldið vóru bert brosandi andlit at síggja í høllini á Hálsi.

Føroysku kvinnurnar fylgdu svensku stjørnunum mestsum allan dystin, og fyri hvønn minutt sum gekk, minkaði óttin fyri skrædli, meðan trúgvin upp á eitt gott úrslit alsamt vaks.

Talan gjørdist eisini um eitt gott úrslit - kanska tað besta, sum kvinnurnar hava fingið yvirhøvur. Gamaní, Føroyar taptu við fýra málum, 31-27, men tað var ímóti Svøríki, sum sambært styrkislistunum er fjórðbesta liðið í heiminum. 

 

Spældu væl í bæði verju og álopi

Tær fingu ikki frið eina løtu; Linn Blohm, Nathalie Hagman og hinar í gulum og bláum. Føroyska verjan spældi ein framúr góðan dyst. Lættar á fótum fluttu tær seg fyri hvørji aðrari, og Brynja Høj og Pernille Brandenborg vunnu ein nærdyst fyri og annan eftir.

Tað kom illa við, at Maria Pálsdóttir Nólsoy sat uttanfyri við brotnum fingri, men tess størri ábyrgd tóku Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen, sum skiftust um at leggja trýst á svensku verjuna, sum ongantíð veruliga fekk tak á kviku føroyingunum. Skoraðu tær ikki sjálvar, skaptu tær pláss, og tá vóru Elsa Egholm og aðrar til reiðar.

Ov nógvir kjansir fóru fyri skeytið. Afturvenda Turið Arge Samuelsen hevði ikki sín besta dag í so máta, meðan Elsa Egholm tríggjar ferðir á rað misnýtti fyri steðgin. Í málinum tók Annika Fríðheim Petersen, sum stóð meginpartin av dystinum, 23 prosent, og tað er kanska eitt vet ov lítið.

 

Stig ímóti Íslandi

Minus fýra mál ímóti Svøríki. Tað var betri enn flest øll høvdu roknað við, og verður málúrtøkan avgerandi hava føroysku kvinnurnar góð kort á hondini í dystinum imóti hinum trý'arunum. Hinvegin kunnu Føroyar gera roknistykkið uppaftur einfaldari við at fáa stig ímóti Íslandi sunnudagin.

Eitt ella bæði tvey. Tað nærum tryggjar eitt pláss í endaspælinum í desember. Og hví ikki? Munurin millum liðini í fjør var mestsum bara effektiviteturin, og tað er týðiligt, at Claus Mogensen og Simon Olsen saman við spælarunum hava lyft stigið munandi.

Ta ferðina endaði tað við 28-23 tapi og tárum á Hálsi, men um føroyingarnir halda fram á sama hátt sum ímóti Svøríki mikukvøldið, bendir nógv á, at lagið verður betri eftir dystarlok sunnukvøldið.

 

Høllin á Hálsi (EM-undankappingardystur)
Føroyar - Svøríki, 27-31 (11-14)

Málskjúttar, Føroyar: Jana Mittún 8, Elsa Egholm 5, Súna Krossteig Hansen 4, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3, Rannvá Olsen 1, Pernille Brandenborg 1, Bjørk Franksdóttir Joensen 1, Turið Arge Samuelsen 1

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982