35 spælarar í føroyska EM-bruttohópinum

bannari
35 spælarar í føroyska EM-bruttohópinum
Bruttohóparnir til EM-endaspælið í hondbólti eru tiknir út, og 35 spælarar eru á føroyska listanum. Fýra teirra hava ongan landsdyst spælt enn
Claus Mogensen skal velja umleið 16 spælarar úr bruttohópinum, sum telir 35
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
31.10.2024 - 15:00

Bruttohópurin hjá Føroyum til EM-endaspælið í hondbólti er tikin út, og 35 spælarar er á listanum.

Øll tey stóru nøvnini eru við; Jana Mittún, Turið Arge Samuelsen, Súna Krossteig Hansen og aðrar, men eisini spælarar, sum ongan A-landsdyst hava spælt enn sum t.d. Sára og Anna Sigrunardóttir Mikkelsen.

Av teimum 35 spælarunum í bruttohópinum spæla 13 uttanlands. Í 3-2 mánakvøldið segði venjarin, Claus Mogensen, at endaligi EM-hópurin verður tikin út um eina viku ella so.

 

EM-kvinnur_

 

Føroyski bruttohópurin

Málverjar
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Aalborg DH
Rúna Jógvansdóttir Larsen, H71
Annika Fridheim Petersen, EH Aalborg
Rakul S. Wardum, Skanderborg Handbold

Strikuspælarar
Pernille Brandenborg, KBH Håndbold
Karina Debes Heinesen, H71
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71

Vengur
Christina Arge, H71
Guðrið Bogadóttir Á Borg, H71
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin
Ingibjørg Olsen, VÍF
Rannvá Olsen, VÍF
Brynhild Pálsdóttir, H71
Inga Maria Roysdóttir, H71
Turid Arge Samuelsen, Kyndil
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg

Bakspælarar
Lukka Arge, H71
Elsa Egholm, H71
Marianna Geirsdóttir Eystberg, BK Ydun
Bjørk Franksdottir Joensen, Randers HK
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold
Siw Matras Larsen, GOG
Jana Mittún, Viborg HK
Marita Mortensen, HØJ
Fríða Olsen, VÍF
Maria Palsdottir Nólsoy, Horsens Elite
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Maria Halsdottir Weyhe, H71
Liv Bentsdottir Zachariasen, Ajax Kbh.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117