Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-kvinnurnar: Fyrireikingarnar halda fram
EM-kvinnurnar: Fyrireikingarnar halda fram
Fýra nýggir spælarar eru við í hópinum hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við kvinnum, sum savnast næsta mánadag til EM-venjingar í Føroyum
Mynd: Hondbóltssamband Føroya
15.10.2024 - 15:21
Í næstu viku halda EM-fyrireikingarnar hjá bestu føroysku hondbóltskvinnunum fram.
Hópurin, sum hesa ferð telur 23 spælarar, savnast í Føroyum til vanliga hondbóltsvenjing umframt mental- og styrkivenjing. Eisini skulu spælararnir á skúlavitjan at heilsa upp á næmingar.
Til venjingarnar í farna mánaði vóru fýra nýggir spælarar við. Talan er um Maritu Mortensen, Mariannu Geirsdóttir Eystberg og Lív og Vár Zachariassen.
Liðið hevur fyrstu venjingina saman mánakvøldið og endar leygardagin við einum venjingardysti, skrivar portal.fo.
Jana Mittún er lyklaspælari á føroyska landsliðnum, og tí kemur væl við, at tað gongst henni væl í Viborg, nú EM nærkast.
Jana vælspælandi í Danmark
Tað kemur væl við, at kanska mest avgerandi spælarin á føroyska landsliðnum, Jana Mittún, spælir væl í Viborg í bestu donsku hondbóltsdeildini í løtuni.
Kviki bakspælarin hevur fingið ein størri leiklut á liðnum í ár, enn hon hevði í fjør, og Viborg hevur vunnið fýra av teimum fimm landskappingardystunum higartil.
Í gjárkvøldið vann Viborg 32-22 á útivølli ímóti Silkeborg-Voel KFUM, og Jana Mittún skeyt fýra mál. Afturat tí átti hon næstseinastu hond á seks málum hjá teimum grønu.
- Skal eg nevna onkran, sum var eitt sindur hvassari enn gjøgnumsnittið, má eg peika á Christinu Pedersen, Saru Hald og Janu Mittún, segði Viborg-venjarin, Ole Bitsch.
Føroyski hópurin
Málverjar
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Útileikarar
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Lukka Arge, H71
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Marianna Geirsdóttir Eystberg, BK Ydun (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV