- Eg eri ræðuliga rørd beint nú

- Eg eri ræðuliga rørd beint nú
Bjarta Osberg Johansen var rørd til tár, tá tað varð greitt, at hon og liðfelagarnir á føroyska hondbóltslandsliðnum skulu spæla EM-endaspæl í vetur
07.04.2024 - 19:46

 - Eg veit ikki, hvussu nógv ár eg havi eftir í hondbólti, so eg eri ræðuliga rørd beint nú.

Tað segði Bjarta Osberg Johansen, eftir at føroyska EM-plássið varð tryggjað.

 - Eg havi verið við frá tí, at vit ikki spæla regluligar landsdystir, og vit hava verið til undan-undankappingar, segði royndi strikuspælarin úr Kyndli.

Føroyar spældu ikki ein serliga góðan dyst, men góða útgangstøði hjá landsliðnum kom teimum til góðar, og tær fingu seinasta EM-plássið 10 mál frammanfyri Grikkaland. 

Bjarta Osberg Johansen ivast ikki í, at EM-plássið hevur stóran týdning fyri føroyskan kvinnuhondbólt.

 - Við tað, at vit klára okkum væl, skapa vit eisini áhuga fyri okkara ítróttagrein, og tað er bara positivt, segði hon.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878