Venjarin: Vit misnýta alt ov illa

Venjarin: Vit misnýta alt ov illa
Stóri trupulleikin hjá Føroyum vóru mongu misnýttu kjansirnir, og reyða kortið hjá Brynju gjørdi tað ikki lættari, helt Claus Mogensen, sum var væl nøgdur við EM sum heild
03.12.2024 - 19:30

Føroyar skutu 24 mál ímóti Danmark. Ikki heilt av leið, kanska, ímóti einum av EM-favorittunum, men hinvegin vórðu 26 skot misnýtt, og tað var stóri trupulleikin í 33-24 tapinum fyri Danmark, helt venjarin, Claus Mogensen.

 - Vit fingu váttað, at vit ikki hava skjúttar á hægsta stigið, og tað sóu vit týðiliga fyri steðgin, tá vit brendu alt ov nógvar upplagdar kjansir, segði Claus Mogensen eftir dystin.

 Hann vísti á, at fyri at kunna kappast ímóti stórtjóðum í hondbólti sum Danmark, skulu føroysku spælararnir spæla á hægri stigið til dagligt enn teir gera nú.

Føroyar fingu eina fína byrjan í dystinum, men eftir at Brynja Høj varð víst av vølli longu eftir tíggju minuttum, fingu føroyingarnir trupulleikar og eina løtu lúrdi skrædlið.

 - Tað merkir nógv í verjuspælinum, har hon er okkara lyklaspælari og stríðskvinna. Vit fingu avbjóðingar í verjuni eftir útvísingina, segði Claus Mogensen, sum var væl nøgdur við endaspælið sum heild.

 - Eg haldi, at tað lá meira í hesum dystinum fyri okkum, enn tað, hann endaði við, og tað iðri eg meg um. Men eg haldi, at genturnar kunnu vera ernar av sínum innsatsi, og vit hava víst, at vit kunnu kappast við tey næstbestu liðini, sum eru við til eitt slíkt endaspæl, men vit hava framvegis okkurt at bøtu um, um vit skulu kappast við tey bestu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749