Upphitingin til hondbóltsbrakið í Basel byrjað

bannari
Upphitingin til hondbóltsbrakið í Basel byrjað
Føroysku hondbóltsfjeppararnir eru byrjaðir upphitingina til fyrsta dystin hjá kvinnulandsliðnum í einum EM-endaspælið
 
29.11.2024 - 14:55

Í House of Handball í Basel eru nakrir av føroysku hondbóltsfjepparunum savnaðir til upphiting áðrenn søguliga dystinum móti Sveis. 

 

Okkurt um 400 føroyingar eru farnir til Basel at stuðla hondbóltskvinnunum. 

 

Føroysku fjeppararnir hugna sær við einar kaldari øl og andlitsmáling og serligum hattum. 

 

Millum føroysku fjeppararnar eru eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, sum eisini er nýggj forkvinna í Tjóðveldi. 

 

Spenningurin byrjar av álvara at merkjast á føroysku fjepparunum. 

 

Millum tey, ið eru farin til Basel at stuðla føroysku hondbóltskvinnunum, eru eisini nógv foreldur, sum eiga ein týðandi lut í, at menningin innan føroyskan hondbólt hevur verið so stór. Nógv foreldur eru sjálvi fyrrverandi hondbóltsspælarar og hava vant døtrarnar upp gjøgnum árini. 

 

Kringvarpið ger nógv burturúr

Kringvarpið ger nógv burtur úr fyrstu luttøkuni í einum EM-endaspæli hjá føroysku hondbóltskvinnulandsliðnum. 

Fyrsti dysturin móti vertstjóðin Sveis verður í sjónvarpinum, eins og allir hinir dystirnir móti Danmark og Kroatia eisini vera tað. 

Har umframt ber til at fylgja við beinleiðis á einum livebloggi her á heimasíðu okkara. 

 

>>Sí okkara temasíðu um fyrstu luttøkuna hjá hondbóltskvinnunum til eitt EM-endaspæl

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117