- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunustjórin á skránni eftir páskir
Kommunustjórin á skránni eftir páskir
Eftir páskir fer býráðið í Klakvík at tosa um, hvussu starvið sum kommunustjóri skal lýsast leyst

Nú eru skjótt tveir mánaðir, síðani kommunustjórin fór.
20.04.2025 - 15:57
Eftir páskir fer býráðið í Klakvík at tosa um, hvussu starvið sum kommunustjóri skal lýsast leyst.
Síðst í februar blivu Klaksvíkar kommuna og Rúni Rasmussen, sum var kommunustjóri, samd um at enda samstarvið 1. mars.
John Færø, trivnaðarstjóri, var varakommunustjóri, og hann er nú virkandi kommunustjóri.
Tonja Sonhardsdóttir, sum var varatrivnaðarstjóri, er nú virkandi trivnaðarstjóri í Klaksvík.
Rúni Rasmussen tók við starvinum sum kommunustjóri 1. august 2021.
Starvið sum kommunustjóri var áramálasett í fimm ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV