Stórt vónbrot fyri føroysku kvinnurnar

bannari
Stórt vónbrot fyri føroysku kvinnurnar
Bestu føroysku landsliðskvinnurnar vóru týðiliga vónbrotnar eftir heimatapið fyri Íslandi í dag. Føroyar vóru á odda í steðginum, men misnýttu alt ov illa í seinna hálvleiki
Føroysku kvinnurnar vóru vónbrotnar eftir heimatapið fyri Íslandi í dag
 
15.10.2023 - 18:23

Vónbrotið sást týðiliga á Janu Mittún.

Føroyski bakspælarin hevði ilt við at fáa orðini fram, eftir tapið í undankappingardystinum fyri Íslandi í dag.

 - Kenslan er ikki góð. Hetta er ræðuliga irriterandi, segði Jana Mittún.

Ei undur í. Føroyar spældu ein góðan dyst, og heimakvinnurnar kundu fara vælnøgdar til hálvleiks við eini teprari leiðslu.

Einki tepurt var við avrikinum. Elsa Egholm, sum avloysti Sunu Krossteig Hansen, stóð seg væl saman við kviku liðfeløgunum, Janu Mittún og Mariu Pálsdóttur Nólsoy, í føroysku bakketuni. 

Í verjuni stóð sama Esla Egholm stinn saman við Brynju Høj og Pernille Brandenborg, og íslendingar høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum. 

 - Vit komu ordiliga væl frá byrjan og spæla væl í fyrra hálvleiki, segði Jana Mittún.


Vengur uttan flog

Eftir steðgin helt heimaliðið fram við góða spælinum, men skotini, sum oftari og oftari komu av vongunum, fóru ikki í málið.

Elin Jóna Thorsteinsdóttir í íslendska málinum hevði yvirtakið - serliga ímóti Brynhild Pálsdóttur, Lív Poulsen og Guðrið á Borg, sum samanlagt bert skoraðu upp á eina av tólv royndum úr høgru eftir steðgin.

 - Vit koma til nógvar góðar kjansir, men vit skora ikki, og so verður tað ov strævið, tók Turið Arge Samuelsen samanum eftir dystin.

 - Tað gagnnýta tær og skora í hinum endanum, og so renna vit aftaná alla tíðina, segði vinstri vongurin, sum gaman í skeyt fýra mál, men sum onkuntíð hevur verið hvassari.

Stinna føroyska verjuspælið versnaði eisini nakað, tá ið Brynja Høj mátti geva skarvin yvir tíðliga í seinna hálvleiki. Kempan úr Neistanum steðgaði íslendingum ferð eftir ferð, og leiðin ímóti føroyska málinum gjørdist lættari hjá útiliðnum, tá ið hon varð skadd eftir samanbrest.

Venjarin, Claus Mogensen, var væl nøgdur, við føroyska avrikið, men viðgekk, at spælararnir mugu verða munandi hvassari í skotatsóknunum, um tað skal eydnast at spæla seg víðari til EM.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168