Væl nøgd við avrikið

Væl nøgd við avrikið
Leikarar og venjari vóru sum heild væl nøgd við avrikið ímóti Luksemborg, og nú verður hugt fram ímóti avgerandi dystunum ímóti Svøríki og Íslandi í apríl
04.03.2024 - 10:59

Føroyski hópurin var sum heild væl nøgdur eftir stórsigrarnar á Luksemborg.

Hondbóltskvinnurnar hava nú mestsum tryggjað sær triðja plássið, sum kann geva atgongd til EM-endaspælið í desember.

 - Eg eri glaðast fyri, at vit eru hvøss upp á okkara kontraspæl, segði venjarin, Claus Mogensen, eftir dystin.

 - Vit avgreiddu tað betur enn seinast, og tað er eisini nakað, sum vit hava havt í miðdeplinum, so tað er deiligt.

Brynja Symphor Høj var eisini væl nøgd við føroyska avrikið, hóast byrjanin kundi verið betri, og Karin Egholm stórfegnaðist um sín fyrsta A-landsdyst og gott persónligt avrik.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859