Rakul: - Ræðuliga glað fyri hetta liðið

Rakul: - Ræðuliga glað fyri hetta liðið
Rakul Wardum hevði blandaðar kenslur eftir tapið fyri Danmark. Gleðin um upplivingina og samanhaldið var stór, men málverjin var ikki heilt nøgd við avrikið ímóti dønum
03.12.2024 - 19:27

Tað var ein málverji við blandanum kenslum, sum tosaði við Kringvarpið eftir tapið fyri Danmark í seinasta EM-dystinum á hesum sinni.

 - Eg eri ræðuliga glað fyri hetta liðið, fyri umstøðurnar og fyri áskoðararnar, sum sita har úti og heppa upp á okkum, men tað er keðiligt at tapa, segði Rakul Wardum.

Málverjin byrjaði inni ímóti dønum, og bæði hon Annika Fríðheim Petersen fingu sína uppgávu fyri ímóti sterka danska liðnum, sum vildi hava øll stigini.

Eina løtu lúrdi veruligt skrædl, men føroyingarnir góvust ikki á hondum og 33-24 tapið er besta úrslitið ímóti Danmark higartil.

 - Tær skjóta rættuliga hart, og hetta er nakað heilt annað enn tað, sum vit høvdu í hinum báðum dystunum, men vit kempa og kempa, og viðhvørt fáa vit tær í gólvið.

 

Dýrt at missa Brynju

Tá bert tíggju minuttir vóru spældir, fekk Brynja Høj reyða kortið, tá hon rakti ein danska spælara í andlitið.

Verjuspælarin úr Neistanum hevur verið sum ein drangur í mføroysku miðverjuni saman við Pernille Brandenborg, og tað órógvaði føroyska spælið illa, at hon mátti út.

 - Brynja hevur bara ein anda, sum ongin kann seta fingurin á. So skuldu vit líka finna inn, og Lív og Lukka gera eisini eitt gott arbeið, segði Rakul Wardum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772