- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg havi altíð havt ein sterkan vilja
29 ára gamla Turið Arge Samuelsen hevur verið ein ímynd í føroyskum hondbólti í nógv ár. Hon hevur spælt við Kyndli nærum alt sítt lív, og verið á besta liðnum hjá felagnum, síðani hon var 15 ára gomul. Við Kyndli er hon millum annað vorðin Føroyameistari í 2014, 2017, 2019 og 2024 og steypavinnari í 2017, 2019, 2022 og 2024.
Turið byrjaði á landsliðnum sum 17 ára gomul í 2011, og hevur tí eisini verið partur av stóru menningini hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti. Ein menning, sum fekk við besta úrslitinum higartil, tá føroysku hondbóltskvinnurnar spældu sítt fyrsta EM-endaspæl nakrantíð í Basel hesa vikuna. Føroyar fingu sítt fyrsta stig í einum EM-endaspæli - í dystinum ímóti Kroatia - og spældu tveir spennandi dystir ímóti Sveis og Danmark, sum tær tó taptu.
Nú, fýra dagar aftaná seinasta dystin er Turið bæði móð, ovfarin og ovurfegin:
- Eg eri øgiliga móð bæði í sinni og skinni, tí vit hava verið samlaðar í 17 dagar og spælt nógvar dystir, men tað hevur eisini verið heilt ótrúliga stuttligt. Eg eri ovurfegin, og tað kennist sum ein stór gleði og ein lætti - eisini at vera komin heim aftur, sigur Turið.
EM-endaspælið er eitt persónligt hæddarpunkt hjá Turið, men verður eisini ein varði í føroyskum kvinnuhondbólti, er hon vís í:
- At koma so langt við hondbóltinum, sum eg havi brúkt so nógva tíð uppá, er ein ótrúliga stórur varði í mínum lívi. Eg eri sera takksom fyri at hava verið við til hetta, og at eg ongantíð havi slept hondbóltinum.
Men eg eri eisini sannførd um, at hetta endaspælið kemur at standa sum ein søguligur varði í kvinnuhondbólti, og ein staðfesting av framstigunum sum kvinnulandsliðið hevur gjørt seinast árini. Samstundis megnaðu vit at prógva, at vit kunnu gott vera á einum stórum palli, tí vit kláraðu okkum fínt, smílist Turið.
Hevur tikið avgerð um at gevast á landsliðnum
Turið hevur hevur spæl 45 landsdystir, næstmest eftir Pernille Brandenburg, sum hevur spælt 46, og Turið er tann mest skorandi landsliðsleikarin við 135 málum.
Men tíðin á landsliðnum er helst komin at enda, tí tveir dagar eftir seinasta EM-dystin boðaði Turið á sínum instagramprofili frá, at hon gevst á hondbóltslandsliðnum. Hon skrivaði:
”Farvæl og takk fyri meg, tú alfagra landslið
Basel var ein sigur fyri kvinnuítróttin. Hvør løta var til allar gentur, ið droyma um at røkka langt. Einaferð var alt hetta bert ein dreymur í huga - í dag er tað veruleiki.
Hetta var tann vakrasti endin, ið eg kundi fáa. Mín landsliðsyrkisleið endar her, men Basel er bert byrjanin fyri føroyska kvinnulandsliðið.
Ein serlig tøkk til okkara ótroyttiligu áskoðarar. Tit geva luft undir veingirnar.
Takk fyri meg - og takk fyri at eg slapp at vera við”.
Og hóast tað er kensluborið at gevast, er Turid heilt vís í síni avgerð:
- Sjálvandi er tað kensluborið, at mín yrkisleið skal enda nú, men eg havi tikið eina avgerð og hvíli í henni. Onkursvegna føli eg, at eri komin til eitt vegamóti í lívinum. Eg havi havt speedaran í botni seinastu mongu árini, og eg eri klár til at fara eitt sindur niður í ferð. Eg havi fingið eitt fulltíðarstarv, eigi tvey børn, og spæli enn her í Føroyum. Um eg skal finna tíð onkustaðnis, so má okkurt víkja, og eg valdi, at tað skal vera landsliðið. Men tað skuldi ikki vera fyrr enn vit vóru komin til eitt endaspæla og spælt EM, sigur Turið, sum kennir seg trygga at fara nú, tí vit hava eitt ungt landslið við sera dugnaligum leikarum.
- Eg føli onkursvegna eisini, at eg havi gjørt mítt, smílist hon.
Stór orka, sterkur vilji og gleðin við ítróttina hevur drivið verkið
Turið lýsir seg sjálva sum treiska og málrættaða, og so hevur hon altíð havt ein sterkan vilja og stóra orku:
- Ja, tað kann ein róliga siga, og stóra orkan sást longu, tá eg var smágenta. Eg havi eina familju har fólk fylla nógv, og tað hevur ongantíð verið lagt lok á meg, og tað eri eg takksom fyri, sigur Turið.
Hendan orkan hóskar eisini væl saman við hennara tilgongd til lívið, sum snýr seg um at síggja avbjóðingar heldur enn forðingar:
- Eg haldi, at hóast eg bert eri 29 ára gomul, so havi eg uppliva nógv í lívinum. Men mín tilgongd hevur altíð verið, at hetta skal eg nokk klára. Er avbjóðingin stór ella lítið, so royni eg altíð at hugsa, at hetta skal eg nokk megna. Tí eg standi her enn, sama hvat eg havi upplivað.
Turið bleiv mamma sum 19 ára gomul, og tað hevur havt sera stóran týdning fyri hana og broytt hennara lívsáskoðan:
- Fyri meg er Rókur orsøkin til alt. Eg hevði ikki verið tann, sum eg eri í dag, og heldur ikki komin so langt, um eg ikki bleiv mamma. Rókur vakti nakrar síður í mær, sum eg ikki visti, at eg hevði, og hann hevur verið drívmegin aftanfyri at eg eri komin her, sum eg eri í dag. So um nakað, var Rókur ein áminning um lívið og størsta vælsignilsi í mínum lívi, sigur Turið.
Leikandi løgfrøðingur
Turið tók embætisprógv í løgfrøði í summar, og starvast í Undirvísingarstýrinum. Hon brennur eitt nú fyri javnrættindum bæði í hondbóltinum og í samfelagnum. Turið hevur eisini eina stóra rættvísiskenslu, og ynskir at gera mun fyri onnur. Hon heldur tí, at løgfrøðiútbúgvingin hóskar sera væl til sín:
- Eg havi hesi fimm árini ongantíð angrað, at eg fór at lesa løgfrøði. Eg haldi, at fakið hóskar seg sera væl til mína persónligheit og til mítt forvitni at vita, hvussu stóra maskinariíð riggar í samfelagnum, sigur Turið.
Biðin um at geva ungum leikarum nøkur góð ráð um, hvussu ein gerst ein góður hondbóltsleikari, sigur Turið, at tað er gott at "blíva forelskað" í klintringini:
- Tað er lætt og ókeypis at droyma um at gerast best ella at vinna gull. Um ein veruliga vil eydnast, so noyðist mann eisini at dáma klintringina til málið. Tú mást dáma at møta upp, tá tú ikki orkar, at venja, tá ongin annar trenar, at styrkivenja eina ferð meira enn hini, at sita á fundum og at greina dystir. Um tú dugir at dáma tað, og ikki altíð hugsar um, hvørt tú tímir ella ikki, men dyrkar leiðina og klintringina, so eri eg sannførd um, at ein kann koma ótrúliga langt, sigur Turið.
Hóast Turið nú gevst á hondbóltslandsliðnum, er hon als ikki liðug við hondbólt, vísur hon á:
- Eg kenni, at eg havi vunnið alt, sum eg kann vinna bæði persónliga og við Kyndli. Men eg eri ikki liðug við hondbólt. Eg elski at spæla hondbólt, og eg ætli mær at vinna enn fleiri gullheiðursmerkir. Eg elski enn at vera partur av felagsskapinum í Kyndli, og sum familja fáa vit væl okkara gerandisdag at rigga við arbeiði, børnum og hondbólti. So eg havi framvegis nógva orku, sum eg ynski at leggja eftir meg í Kyndli, sigur Turið.
Lurtið eftir allari samrøðuni við Turið Arge Samuelsen her