Nýggjur leiðari í Gulu smiðju

Nýggjur leiðari í Gulu smiðju
Tóta Árnadóttir tekur við starvinum á nýggjárinum
Tóta Árnadóttir er nýggjur leiðari í Gulu smiðju.
 
12.12.2023 - 15:22

Tóta Árnadóttir er nýggjur leiðari í Gulu smiðju í Runavík, upplýsir Runavíkar kommuna.

Hon tekur við eftir Guðmund Joensen, sum hevur verið leiðari, síðani Gula smiðja læt upp.

Tóta Árnadóttir er 53 ára gomul og búsitandi í Saltangará. 

 

 

Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur eisini útbúgving í føroyskum máli, bókmentum og fólkalívsfrøði.

Tóta Árnadóttir hevur drúgvar royndir, m.a. við børnum og ungum, og hon hevur verið virkin í føroyska mentanarlívinum.

Hon byrjar í starvinum 1. januar 2024.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109