- Tíðindi, mentan og ítróttur
1920-árini vóru eisini merkt av einum virðisstríði

The Roaring Twenties ella Tey Brølandi Tjúgini verða eisini nevnd tey gyltu árini, tá talan er um jazztónleikin, hvørs uppruni er at finna í Norðuramerika, har røturnar eru littir tónleikarar í amerikonsku suðurstatunum, ið eru samantvinnaðar við siðbundnum amerikonskum fólkatónleiki í 1800 talinum.
Í byrjanini var jazztónleikurin ávirkaður av eitt nú ragtime, europeiskum samtíðar dansitónleiki, marchtónleiki, negro spirituals og blues.
Men júst nær, ið jazztónleikurin gerst ein sjálvstøðug sjangra, er torført at siga. Men hildið verður, at fyrsta tíðarskeiðið í jazzsøguni byrjar í New Orleans seinast í 1800 talinum, og tað er við kornettblásaranum Buddy Bolden sum ein hin kendasti tónleikarin.
New Orleans var tá kendur fyri – eisini í altjóða høpi, at vera ein stuttleikabýur, har ið nógvir møguleikar vóru innan undirhalds- og tónleikavinnuna. Og í Storyville, ið var stuttleikamiðdepilin í býnum, spældu eisini – heilt fram til Fyrra heimsbardaga, nógvir av teimum jazztónleikarunum, sum framvegis teljast millum stóru slóðbrótararnar innan jazzin.
Seinra partin av 1920-árunum herjar Charleston-fepurin, sum er dansur, ið tók seg upp millum tey svørtu í Charleston í Suðurdakota í umleið 1920 og frá 1925 ella har á leið var Charleston dansurin hægsti móti allastaðni, og eisini í Europa.
Dansurin hevði við sær, at beinini svingaðu longur upp, samstundis sum kjólarnir gjørdust styttri, eins og Charleston mest sum gjørdist eitt súmbol ella ein ímynd av 1920-árunum.
Fyrsta føroyska jazzorkestrið varð longu stovnað í 1923
Jazztónleikurin kom eisini skjótt til Føroyar. Longu í 1923 var fyrsta føroyska jazzorkestrið – Jazzband Triumph, stovnað, bara seks ár eftir at heimsins fyrsta jazzpláta kom út.
Í sendingini hesuferð viðgera vit gylta tíðarskeiðið, tá talan er um jazztónleikin, og vit tosa við Knút Háberg Eysturstein og Maluna Marnersdóttir, samstundis sum vit eisini hoyra eina ørgrinnu av tónleiki frá hesum tíðarskeiði.
Tú kanst hoyra sendingina her: