Meira enn 300 ára gomul donsk trælaskip funnin í Kosta Rika

Meira enn 300 ára gomul donsk trælaskip funnin í Kosta Rika
Greiningar staðfesta illgrunan um, at tvey skipsvrak, sum eru funnin út fyri Kosta Rika, eru tvey donsk trælaskip, sum hvurvu í 1710
Modell av danska trælaskipinum Christianus Quintus
Mynd: Vikingeskibsmuseet í Danmark  
 
28.04.2025 - 09:39

- Tað, sum vit vóru hepnir at finna, er skipstimbrið. Út frá hesum ber til at dagfesta og síggja, nær timbrið var felt, sigur stjórin á danska tjóðsavninum, Andreas Kallmeyer Bloch. Timbrið varð felt millum 1690 og 1695 í vestara parti av Eystrasalti, vísir greiningin. Bloch sigur, at niðurlendskar pípur úr kriti frá fyrst í 18. øld eru eisini funnar.

- So tað samsvarar ótrúliga væl við, at skipini sigldu í 1708 og sukku í 1710, sigur Bloch.

Í 2015 vórðu slakir 40.000 gulir múrsteinar úr Danmark funnir kring skipsvrakið. Hetta gav orsøk til at halda, at skipini vóru donsk.  Fólk hava í nógv ár vitað um staðsetingina av teimum báðum skipunum, men leingi varð hildið, at talan var um sjórænaraskip. 

Fyri fyrstu ferð kann tó nú staðfestast, at tað eru donsku trælaskipini «Fridericus Quartus» og «Christianus Quintus», sum eru funnin. Skipini sigldu við 840 trælum umborð. Sambært søguligum keldum sukku skipini út fyri Kosta Rika í 1710. Tað hendi tí manningin gjørdi uppreistur, tá ið matur og vatn var gingið undan umborð eftir fleiri mánaðir á sjónum. Annað skipið brendi, meðan hitt misti akkerið. Men kortini er "Frídrikus Quartus" sera væl varðveitt, sigur Bloch. 

Skipini standa framvegis á havbotninum, og Kosta Rika  skal taka støðu til, hvat gerast skal við tey, sigur hann.

Danska stjórnin bannaði trælahandli í 1792, men trælahald var ikki bannað fyrr enn í 1847, sambært danska tjóðsavninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109