Misnøgd við ferjuna Galaxy

Misnøgd við ferjuna Galaxy
Fleiri ferðafólk umborð á Smyrli eru misnøgd við avloysaraskipið, Galaxy, sum skal avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini í heyst.
Galaxy skal avloysa Smyril í september, tá Smyril skal í dokk í átta til tíggju vikur.
 
24.04.2025 - 18:26

Grikska ferjan Galaxy fer at røkja Suðuroyarleiðina, tá Smyril skal í dokk um góðar fimm mánaðir.

Ferjan, sum tekur 350 ferðafólk og 140 bilar, fer at gera færri túrar.

Sum er, ger Smyril 18 dupult túrar um vikuna. Tá avloysaraskipið Galaxy fer at sigla um Suðuroyarfjørð, fara túrarnir niður í 14 dupult túrar um vikuna. 

Tað greiddi stjórin í Strandfaraskipum Landsins, Niels Juel Arge, frá í útvarpstíðindunum í vikuni.

Men 46 ára gamla ferjan er ikki heilt fremmand, tí hon hevur loyst Smyril av áður.

Kringvarpið hitti ferðafólk umborð á Smyrli í dag. Og fleiri av teimum minnast ferjuna Galaxy, tá hon avloysti Smyril í 2017.

Hoyr tey greiða frá í innslagi í útvarpstíðindunum her:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947