- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talv: Blaðunga Lisa norðurlendskur meistari

Føroyska Lisa J. Xin hevur vunnið norðurlandameistaraheitið í talvi fyri gentur.
Tað gjørdi hon, tá hon vann Nordic Girls Chess Championship í aldursbólkinum fyri gentur føddar í 2012 ella seinni.
10 ára gamla Lisa J. Xin var styrkismett sum nummar níggju undan kappingini, men telvaði trygt og sannførandi alla kappingina. Endin var, at hon vann fýra talv og gjørdi javnt í einum og fekk sostatt heili 4½ stig av 5 møguligum, skrivar Talvsamband Føroya.
Harafturat fekk hon heiðurin av at hava telva besta talvið í 2. umfari, tá hon vann ímóti einum finna.
Føroyar vóru eisini umboðaðar av Natasju Mørkøre, sum fekk eitt stig í kappingini.
Helena Egilstrøð Jensen, ið er búsitandi í Danmark, var eisini við í kappingini, og ætlanin er, at hon skal skifta til at umboða Føroyar í frammtíðini, skrivar Talvsamband Føroya.