
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja Steno Miðstøðin seinkað

Seinkingar eru komnar í arbeiðið við nýggju Steno Miðstøðini, og tí fer bygningurin ikki at standa klárur fyrr enn í 2027.
Í næstum verður klárt at bjóða verkætlanina út, sigur Sigurð Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki.
Upprunaliga var ætlanin, at Steno Miðstøðin skuldi vera klár í 2026, men tey innleiðandi stigini í fyrireikingini til verkætlanina hava tikið longur tíð enn væntað.
Fyrsta stigi bleiv tikið í fjør, tá innihaldið bleiv lýst. Hetta skuldli gerast í tøttum samstarvi við starvsfólk á sjúkrahúsinum, greiðir Sigurð Vang frá.
Aftaná skuldi ein ráðgevð finnast til at tekna og projektera nýggju Steno Miðstøðina.
"Tað hevur so tikið ta sømiligu tíð, tað hevur tikið, og vit meta, at tað er umráðandi við eini góðari fyrireiking," sigur Sigurð Vang.
Enn er ætlanin at byggja Steno Miðstøðina omaná C-bygningin, sum stendur til høgru fyri høvuðsdyrnar á Landsjúkrahúsinum. Bygningurin verður í tveimum hæddum. Sí reyða bygningin á myndini niðanfyri. Litirnir verða ikki sum á myndini, men myndin gevur ein hóming av, hvussu bygningurin fer at síggja út.
Mynd: Landsverk
Verkætlanin verður fíggjað av Novo Nordisk grunninum. Ein eykajáttan verður neyðug at fáa til vega, sambært Sigurði Vang.
Tað snýr seg um góðar tvær milliónir, sum skulu fara til at rigga A-bygningin til, soleiðis at hann kann hýsa teimum starvsfólkum, sum eru í C-bygninginum sum nú er.
Hoyr innslagið her: