- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj lóg um sálarligan harðskap
Nýggj lóg um sálarligan harðskap
Sálarligur harðskapur skal verða revsiverdur í Føroyum
24.04.2025 - 19:25
Lógaruppskot um at gera sálarligan harðskap og tráfylging revsiverdan, varð í dag samtykt, og beint til 3. viðgerð.
Hóast Kvinnuhúsið fegnast um at slík lóg verður galdandi í Føroyum, eru tey stúrin um lóggávan er nóg neyv.
Eyvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum, undrast hví man velur at seta inn eina danska lóg, sum hevur víst seg at vera avbjóðandi tey fimm árini hon hevur verið galdandi í Danmark.
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá Ákærivaldinum, heldur tó, at lógaruppskotið er á góðari leið, og at slíkar lógir altíð fara at vera avbjóðandi, tí tað snýr seg um orð ímóti orði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV