- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lúkan fekst ikki heilt aftur
Lúkan fekst ikki heilt aftur
Ringa veðrið, tungur sjógvur og stabiliteturin hjá skipinum gjørdu, at línuskipið Kambur sakk

Kambur sakk 6. februar í fjør.
28.04.2025 - 07:16
Ringa veðrið, tungur sjógvur og stabiliteturin hjá skipinum gjørdu, at línuskipið Kambur sakk 6. februar í fjør, 17 fjórðingar sunnan fyri Føroyar.
Sjógvur kom í skipið gjøgnum eina lúku í bakborði, sum ikki fekst heilt aftur, tí annar skinnarin, sum lúkan var í, var skaddur og forðaði fyri tí.
Tað er niðurstøðan hjá donsku skaðanevndini.
Sjógvur kom so skjótt í skipið, at manningin fekk ikki steðgað honum. Slagsíðan vaks tí skjótt.
16 mans vóru við Kambi. Tveir teirra komu ikki afturíaftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV