- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar nummar trý í ríkinum
Føroyar nummar trý í ríkinum
Føroyar gjørdust nummar trý í danmarkarmeistarakapping í íverksetan

Eysturskúlin.
25.04.2025 - 14:51
Føroyar gjørdust nummar trý í danmarkarmeistarakapping í íverksetan.
Næmingar í Eysturskúlanum í Havn kappaðust fyri Føroyar við íverksetingini Bygd til Bý.
28 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi vóru við í kappingini.
Føroyski bólkurin eru nakrar gentur í 9.flokki í Eysturskúlanum.
Tær hava gjørt eitt spæl, sum skal menna føroyska mentan við at læra um mál, søgur og sagnir.
Grundgevingin hjá donsku dómsnevndin er, at føroyski bólkurin hevur gjørt eitt út i æsir gott og kreativt spæl.
Tað megnar at læra børn og ung um mentan, mál og landalæru.
Hetta ger størri mentanarfatan og mennir samfelagið sum heild.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV