- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mjølnir vann á favorittinum
Mjølnir vann á favorittinum
Kvinnurnar hjá Mjølni gjørdu øllum spádómum til skammar, tá tær vunnu á føroyameistarunum úr Fleyr og fóru avstað við sínum fyrsta steypagulli síðan 2014
28.04.2025 - 10:12
Ítróttarhøllin Inni í Dal (Bónus-steypakappingin, finala)
Fleyr - Mjølnir, 1-3 (20-25, 25-23, 16-25, 22-25)
Tað var ein gyltur dagur fyri Mjølnir, tá bæði kvinnu- og mansliðið hjá felagnum vunnu steypafinalurnar, sum vóru í ítróttarhøllini Inni í Dal í Sandoynni í gjár.
Fleyr var mótstøðulið og favorittur hjá kvinnnum, men Mjølnir gjørdi ikki mætari enn at vinna 3-1. Klaksvíkingar løgdu seg á odda, men havnarfelagið javnaði. Síðan vann Mjølnir næstu tvey settini 25-16 og 25-22 og er harvið steypavinnari aftur fyrstu ferð síðan 2014.
Hetta vóru seinastu dystirnir í heimligu flogbóltskappingini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV