- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framvegis ov lítil tíð til einstøku næmingarnar
Framvegis ov lítil tíð til einstøku næmingarnar
Føroya Lærarafelag hevur havt aðalfund í dag. Á fundinum kom millum annað fram, at lærarar framvegis kenna seg hava alt ov lítla tíð til teir einstøku næmingarnar

Jacob Eli Olsen heldur fram sum formaður í Lærarafelagnum. Eingin stillaði upp ímóti honum ella hinum nevndarlimunum, sum stóðu fyri vali hesaferð. Sostatt heldur nevndin fram við óbroyttari manning
Mynd: Savnsmynd
26.04.2025 - 17:39
Ov lítil tíð til teir einstøku næmingarnar, alsamt fleiri næmingar sum ikki kenna føroyskt mál og føroyska mentan, og eftir- og serútbúgvingar til lærarar.
Tað vóru nøkur av evnunum á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum var í dag.
Hoyrið samrøðu við Jacob Eli Olsen, formann í Føroya Lærarafelag:
Jacob_Eli_Olsen_adalfundur_innslag
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV