- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm fingu dóm og ein fríkendur

Seks mans vóru ákærdir fyri at hava smuglað 18 kilo av hassji til Føroya, og so roynt at hvítvaska 1,3 milliónir krónur, sum vórðu funnar í bili, sum var á veg umborð á Norrønu í oktober í fjør.
Ákæruvaldið hevur hesa vikuna ført fram, at allir seks menninir skulu dømast fyri smugling og hvítvasking, meðan tann sætti eisini var ákærdur fyri sølu av amfetamini.
Verjarnir førdu hinvegin fram, at málið hongur ikki saman í einum, og tað var eisini tað, sum teir fimm dómsmenninir í høvuðsheitum eisini komu fram til, tá dómur bleiv sagdur í morgun.
Teir fimm dómsmenninir komu fram til, at tann eini maðurin skuldi fríkennast - og tað var maðurin, sum hevði verið við í danska bilinum, har tær 1,3 milliónir krónurnar blivu funnar.
Hinir fimm vórðu funnir sekir - tveir fyri hvítvasking og tveir fyri at hava við hassjið at gera, og so var tað tann eini, sum varð funnin sekur í at hava roynt at selt 200 gramm av amfetamini í Føroyum, og tað fekk hann eitt ár og fýra mánaðir fyri.
Teir báðir, sum høvdu grivið hassjið niður omanfyri innkomuvegin til Kirkjubøar, fingu báðir tvey ár og tveir mánaða fongsulsrevsing, meðan maðurin, sum sigldi hassjið til Føroya við seglbáti fekk eitt ár og tíggju mánaða fongsulsrevsing.
Maðurin, sum átti Mercedes-bilin, har peningurin var funnin, fekk tvey ár og tíggju mánaða fongsulsrevsing.
Tríggir av teimum dømdu tóku við dóminum, meðan tveir teirra skulu umhugsa, hvørt dómurin skal kærast ella ikki.
Eftir at dómur var sagdur í málinum, fingu vit orðið á Inga Midjord frá Ákæruvaldinum.