Eigur at vera krav um rýmingarleið

Eigur at vera krav um rýmingarleið
Loysnin fyri trygd í Suðuroyartunlinum hevði neyvan verið góðkend í Noregi í dag. Tað vísir avgerð um Lærdalstunnilin.
Vandi fyri eldi í Suðuroyartunlinum
Mynd: Grafikkur Høgni Egholm Magnussen  
 
28.04.2025 - 12:58

Loysnin fyri trygd í Suðuroyartunlinum hevði neyvan verið góðkend í Noregi í dag. Tað vísir ein avgerð sum var tikin í summar um ein líknandi tunnil í Noreg.

Lærdalstunnilin er ein vegatunnil á Vestlandinum í Noreg. 

Tunnilin hevur síðani hann varð tikin í nýtslu í 2001 verið høvuðsfarleiðin millum Oslo og Bergen.

Lærdalstunnilin er 25 ár og livur ikki upp til norsku trygdarkrøvini í dag. 

Hann líkist Suðuroyartunlinum í longd og ferðslu. Hann er 24,5 km langur og hevur eina miðalferðslu uppá 2000 bilar. 

Lærdalstunnilin hevur, eins og Suðuroyartunnilin mótkoyrandi ferðslu í sama bergholi og onga rýmingarleið.

Statens Vegvesen hevur leingi arbeitt við at dagføra trygdina í tunlinum.

Tað er Norconsult, ráðgevin hjá PF Suðuroyartunlinum, sum stendir fyri at dagføra trygdina fyri norsku vegamyndugleikarnar.

Í summar fingu tey avslag uppá eina verkætlan, sum skuldi dagføra tunnilin, so hann livir upp til trygdarkrøvini. Orsøkin til avslagið var, at eingin rýmingarleið er í tunlinum.

 

Uppskotið hjá Norconsult byggir á sama principp sum tað, sum liggur til grund fyri trygdini í Suðuroyartunlinum.

Ætlanin er at fáa øll út einumegin eldin fyrst og síðani venda ventilatiónini eftir í mesta lagi 30 minuttum. Á tann hátt ber til at fáa øll út, sum mugu rýma til gongu. 

Sløkkiliðstøðir eru báðu megin Lærdalstunnilin og tað er somuleiðis partur av loysnini í váðametingini hjá Norconsult fyri Suðuroyartunnilin at gera tað.

 

 

Størri vandi fyri eldi í Suðuroyartunlinum

Tað er fleiri ferðir størri vandi fyri eldi í Suðuroyartunlinum enn í Lærdalstunlinum. 

Orsøkin er hallið í tunlinum, sum er størri í Suðuroyartunlinum. 

Sambært váðameting, sum Norconsult hevur gjørt fyri Lærdalstunnilin ganga sannlíkt 16 ár millum at ein byrjandi eldur ella eldur kemur í lætta ferðslu í Lærdalstunlinum ganga 1,3 ár millum í Suðuroyartunlinum.

Ein eldur á 25 mw kann kykna fyri hvørji 18 ár í Suðuroyartunlinum. Talið fyri ein slíkan eld í lættari ferðslu er 222 ár í Lærdalstunlinum. 

Ein størri eldur uppá 50 MW ganga 65 ár ímullum í Lærdalstunlinum meðan 35 ár ganga millum í Suðuroyartunlinum. 

 

Uppskotið vrakað

Uppskotið fyri Lærdalstunnilin varð vrakað í summar tí eingin rýmingarleið er í tunlinum. 

Ein nýggj umsókn fyri Lærdalstunnilin er til viðgerðar í løtuni og avgerð verður væntandi tikin skjótt.

Reglurnar fyri gamlar tunlar eru ikki eins strangar sum fyri nýggjar.

Atlit verður tikið til um tað ber til at gera til ein realistiskan kostna, millum annað tí tað er dýrari at uppraðfesta ein tunnil, sum er í nýtslu.

 

Sí sendingina Suðuroyartunnlin og skuggatølini her
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109