- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heit politisk vika

Hetta verður ein heit politisk vika.
Løgtingið skal, sambært verandi ætlan, fara í summarfrí fríggjadagin.
Men enn eru stóru málini í hesi tingsetuni í nevnd.
Og haðani skulu tey koma í dag, skulu tíðarfreistirnar halda.
Koma álitini í dag, vera onnur viðgerð mikudagin og triðja viðgerð fríggjadagin.
Málini eru pensjónsaldurin, landbúnaðurin, fólkaskúlin, Suðuroyratunnilin, sjófeingi og heilsutrygdargjaldið.
Leingi í nevnd
Øll málini hava verið meira enn ein mánað í nevnd.
Málið um endurgjald fyri heilsutrygdargjald hevur verið í Trivnaðarnevndini síðani 26. februar.
Dagsskráin fyri tingfundin í dag er drúgv.
16 mál eru á skránni, átta triðju viðgerðir og sjey aðru viðgerðir.
Tingfólk skulu eisini tosa um skrivligan fyrispurning og svar um nýskipanir og bygnaðarbroytingar í tí almenna.
Tingfundurin í dag er kl.10.00.