Umvæla fiskastykkið yviri við Strond

Umvæla fiskastykkið yviri við Strond
Fiskastykkið hjá Johannesi í Stórustovu er einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini
Soleiðis er ætlanin, at Fiskastykkið yviri við Strond skal síggja út, tá arbeiðið er liðugt
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
25.11.2020 - 10:32

Fiskastykkið yviri við Strond í Havn verður nú umvælt. Fiskastykkið verður vanliga nevnt fiskastykkið hjá Johannesi í Stórustovu. Hetta er einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini. Stykkið er okkurt um 90 ára gamalt.

Málið um at varðveita fiskastykkið er gamalt. Tað varð reist politiskt í 1992. Tá varð økið skrásett, og ein ítøkilig ætlan varð gjørd um at hampa økið og varðveita fiskastykkið.

Málið varð samtykt í Mentamálanevndini hjá býráðnum í 1995, men steðgaði so har. Men í desember 2017 varð samtykt at farast skuldi undir at rudda fiskastykkið og at fáa gjørt økið til eitt uppihaldsstað og geva hesum týðandi tíðarskeiði í føroyskari søgu rúmd í høvuðsstaðnum.

Arbeiðið er byrjað. 

Gøta skerast inn í lendið

Fyrsta stigið er at gera eina gøtu, sum verður skorin inn í lendið frá vegnum yviri við Strond til eitt innvik, sum verður felt niður í Fiskastykkið og verður uppihaldsstað. 

Her kunnu øll uppliva fiskastykkið og søguna um fiskastykkið á sumri 2021, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

At umvæla og miðla søguna um fiskastykkið yviri við Strond er partur av ætlan um at gera gøtu kring Havnina við ymiskum eyðkennum og náttúruupplivingum fram við bygdum øki. 

Gøtan fram við Sandá var liðug í vár, gøtan í Villingardali verður gjørd nú, og ein stutt royndargøta yviri við Strond undir kampingplássinum verður gjørd í vetur.

Seinni er eisini ætlan at gera útsýnisstað á Bukkvaldi, upplýsir Tórshavnar kommuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342