Eisini í oktober flugu fleiri enn í fjør

Eisini í oktober flugu fleiri enn í fjør
Ferðafólkatalið á flogvøllinum fer helst upp um 400.000 í ár
Vøksturin í ferðafólkatalinum á flogvøllinum er næstan 11 prosent í ár.
 
08.11.2018 - 07:17

Í oktober brúktu 32.021 ferðafólk flogvøllin í Vágum.

Hetta eru knappliga níggju prosent fleiri enn í oktober í fjør.

Higartil í ár, tað er til 1.november, eru 332.597 fólk farin og komin á flogvøllinum.

Tað eru 10,7 prosent fleiri enn í fjør.

Heldur gongdin fram tað, sum eftir er av árinum, fer ferðafólkatalið í Vágum fyri fyrstu ferð upp um 400.000.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109