Fleiri gistingar á gistingarhúsum

Fleiri gistingar á gistingarhúsum
175.000 fólk gistu í Føroyum í fjør. Tað er 14% fleiri enn í 2016. Men Hagstovan hevur ikki upplýsingar um gistinar umvegis m.a. Airbnb
 
13.02.2018 - 11:29

175.000 fólk gistu í Føroyum í fjør. Tað er 14 prosent fleiri enn í 2016

Men hetta eru bara tey, sum Hagstovan veit um. Tað vil siga fólk, sum gistu í gistingarhúsunum, í bóli og bita, íbúð, húsi ella í tjaldi ella húsvogni.

Ikki ber til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis Airbnb ella aðrar líknandi tænastur.

Heldur ikki hevur Hagstovan ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

Gistingarhúsini høvdu stóra framgongd í fjør. Men vinnan er sera árstíðarbundin. 

Virksemið slaku vetrarmánaðirnir er bara ein sætta part av virkseminum í juli, skrivar Hagstovan.

Ein triðingur av teimum, sum gista í gistingarhúsunum, eru fólk, sum annars búgva í Føroyum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109