Eir í Ólavsstovu: "Eg vil geva kvinnum eina rødd"

Eir í Ólavsstovu: "Eg vil geva kvinnum eina rødd"
Vit mangla søgur um kvinnurnar í okkara samtíð. Tað heldur Eir í Ólavsstovu, sum í kvøld bjóðar til frumsýning av nýggja filminum "Karyatida"
17.09.2024 - 19:42

Kvinnur hava í stóran mun verið ósjónligar í okkara søgu, hóast teirra íkast hevur havt alstóran týdning. Tað sigur Eir í Ólavsstovu, sum í dag frumsýnir nýggjan film um júst hetta evnið. 

Í nýggjasta heimildarfilminum, "Karyatida", fylgir hon listakvinnuni, Guðrið Poulsen, tá standmyndin til heiðurs fyri kvinnur deyðar í barsilssong verður til.

 

Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur & rithøvundur, vitjaði í sjónvarpsstovuni. 

Føroysku kvinnurnar livdu og virkaðu í einum patriarkalskum samfelag, har allir valds- og myndugleika-persónar vóru menn, umframt at maðurin sum eigari og arvingur var løgfrøðiligt høvur í familjuni. Hesin patriarkalski struktururin er eisini orsøk til, at so fáar keldur umrøða kvinnulív og kvinnuheilsu, og at søgan einamest er skrivað av monnum, fyri menn og um menn. 

Skrivar Rigmor Restorff Dam m.a. í bókini  "Tær góvu lív" - sum snýr seg um kvinnur, sum doyðu í barsilssong. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109