- Tíðindi, mentan og ítróttur
TAKS nútíðargerast fyri 150 milliónir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/taks_7.jpg?itok=fNEgRRIh)
Næstu seks árini skal TAKS nútíðargerast fyri 150 mió. kr.
Uppskot er gjørt um heildarætlan um Kjarnan, tað er verklagslóg um at nútímansgera toll- og skattaskipanir árini 2024 til 2029.
Mett var í 2022, at verkætlanin fór at kosta 100 mió.kr.
Við prísvøkstri og váðaískoyti verður nú mett, at hon kostar 150 mió.kr., sigur Fíggjarmálaráðið.
11 milliónir játtaðar
Í ár eru játtaðar 11 mió.kr. til verkætlanina.
Skipanirnar, sum nú eru, byggja á tøkni frá 1980'unum.
Eitt ættarliðskifti av KT-fólkum er á veg.
Tað fer at gera tað torført at finna starvsfólk at viðlíkahalda tær gomlu skipanirnar.
TAKS kann ikki veita vissu fyri, at skipanirnar kunnu koyra longur enn fimm-seks ár aftrat.