Flytingin aftur seinkað

Flytingin aftur seinkað
Nú er ætlanin at flyta í nýggju politistøðina 1. juli
Nýggja politistøðin í Havn er aftur seinkað. Nú er ætlanin at flyta í seinasta lagi 1. juli
 
26.04.2021 - 09:33

Flytingin í nýggju politistøðina í Havn er enn einaferð seinkað.

Nú verður tað í seinasta lagi 1.juli, sigur Michael Boolsen, fúti.

Dagurin, tá ríkispolitiið skuldi taka við politistøðini við Húsagøtu í Havn, var annars ásettur at vera 1.mai.

Fyrst skuldi yvirtøkan vera 1.august í fjør. Hon bleiv so flutt til 1.desember.

Tað bar heldur ikki til, og so bleiv sagt 15.mars í ár, síðani 1.mai og nú 1.juli. 

Orsøkin til seinkingina er millum annað fremst korona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109