- Tíðindi, mentan og ítróttur
Billiard: Páll fyri fjórðu ferð
Billiard: Páll fyri fjórðu ferð
Við sigri á Ólavi Kjølbro tryggjaði Páll Heri Nolsøe sær føroyameistarasheitið í billiard fyri einstaklingar fyri fjórðu ferð
28.04.2025 - 17:45
Við sannførandi sigri á Ólavi Kjølbro tryggjaði Páll Heri Nolsøe sær føroyameistaraheitið í billiard fyri einstaklingar.
Hetta er fjórða ferðin, at Páll Heri Nolsøe vinnur FM-heitið í billiard.
Tvøramaðurin lokaði dystin við 500 eygum móti 430 eftir einans 12 umfør.
Páll Heri Nolsøe og Ólavur Kjølbro spældu eisini finalu fyri tveimum árum síðani. Tá vann Ólavur Kjølbro sítt fyrsta FM-heiti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV