Eykaaðalfundur í Føroya Tele

Eykaaðalfundur í Føroya Tele
Jørgen Niclasen hevur funnið nýggjan nevndarlim fyri Ómar Svavarson
Landsstýrismaðurin hevur funnið nýggjan nevndarlim fyri Ómar Svavarson, og eykaaðalfundur verður týsdagin
 
16.10.2020 - 10:10

Týsdagin verður eykaaðalfundur í Føroya Tele.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal velja nýggjan nevndarlim fyri Ómar Svavarsson.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur funnið nevndarlimin, og viðkomandi hevur játtað at fara í nevndina.

Ómar Svavarsson, sum var nevndarformaður í Føroya Tele, segði seg úr nevndini 4.september.

Er í starvinum enn

Stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, segði eisini upp tá. Men hann er í starvinum enn, tí hann hevur seks mánaða uppsagnartíð.

Johnni M. Poulsen, næstformaður, er nú virkandi formaður í nevndini hjá Føroya Tele. 

Nevndin setur og loysir stjóran úr starvi.

Sum er bíðar nevndin eftir landsstýrismanninum, sum skal velja nýggjan nevndarlim, og stjórin bíðar eftir nevndini, sum ikki er fullmannað í løtuni, men tað verður hon týsdagin.

Tað verður ein maður, sum verður valdur í nevndina, tí í løtuni hevur landsstýrið tvær kvinnur og ein mann í nevndini hjá Føroya Tele. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109