Betri sleppur ætlanini at byggja leiguíbúðir

Betri sleppur ætlanini at byggja leiguíbúðir
Fortreytirnar at byggja eru broyttar, og Betri samtakið hevur brúk fyri kapitali fyri at lúka krøv uttaneftir til trygging og banka, verður sagt.
Mynd: savnsmynd  
 
30.12.2018 - 11:37

Betri samtakið og samstarvsfelagar tess hava slept ætlanini at byggja leiguíbúðir, og avgjørt er at avtaka felagið, sum skuldi standa fyri íbúðunum - partafelagið Heimbýli.

Nevndin í partafelagnum Betri sigur, at fortreytirnar fyri at byggja leiguíbúðir eru broyttar.

Hákonjukturur er, og tað sýnist vera torført at fáa leiguinntøkur at standa mát við byggi- og fíggjarkostnað, sigur nevndin í partafelagnum Betri.

Kapitalkrøvini verða herd

Ein onnur orsøk at sleppa ætlanini um at byggja leiguíbúðir er, at kapitalkrøvini til SIFI fíggjarfyritøkur verða herd komandi árini.

Samstundis verður kravið frá føroyska Váðaráðnum til fíggjarligt mótstøðuføri hert enn meira í 2019 og 2020, sigur nevndin.

Høvuðsendamálið hjá partafelagnum Betri - sum móðurfelag í Betri samtakinum - er fyrst og fremst at tryggja, at dótturfeløgini Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Banki verða rikin skynsamt og trygt, og at kapitalgrundarlagið hjá dótturfeløgunum lýkur lógarásettu krøvini væl og virðiliga, sigur partafelagið Betri í tíðindaskrivi.

Í partafelagnum Heimbýli, sum nú verður strikað vóru - umframt Betri - partafelagið Elvi, smápartafelagið Árni Jakobsen og smápartafelagið SN.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109